MEGD: Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu føroyska samfelagið hevði verið, um ikki so nógv fólk vóru virkin í sjálvbodnum arbeiði, Hugsa um øll tey, sum hjálpa til í sjálvbodnum arbeiði millum børn, ung, vaksin og eldri í t.d. ítrótti, samkomu- og kirkjuarbeiði og nógvum ymiskum felagsskapum
Í dag er dagur teirra, ið bera brek, og í ár verður ljós varpað á týdningin av sjálvbodnum arbeiði. Í hesum sambandi verður tiltak í MEGD-húsinum frá kl. 19, sum verður stroymt umvegis heimasíðuna megd.fo.
Hugsa um úrslitið av øllum tí sjálvbodna arbeiðinum. Átøk, sum stimbra trivnað og heilsu føroyinga til likams, sálar og anda eins og skapanar- og fatanarevni. Og so er tað alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í limafeløgunum hjá MEGD. Og vit hava onnur áhugafeløg eisini, sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði fyri at lívga og stuðla fólki, sum fáa eitt hvørt at stríðast við, tað veri seg brek ella sjúku.
Limafeløgini hjá MEGD gera eitt týdningarmikið arbeiði fyri at betra umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Tey gera vart við viðurskiftini mótvegis tí politiska myndugleikanum.
Ikki minni týdningarmikið er tað persónliga sambandið við einstaklingar og avvarðandi, her tey veita stuðul og ráðgeving og veita soleiðis megd til at liva við avbjóðingum. Hetta ber til, tí tey sjálvi kenna avbjóðingina, tey eru avvarðandi, og tey arbeiða á økinum. Tey kunnu eisini vísa á, at teirra arbeiði hevur givið ítøkilig úrslit.
Og satt er tað, at saman eru vit sterkari. Sum føroyska orðatakið sigur Skjótari bera tveir fuglar í reiður enn ein. Øll, ið vilja geva nakað av sær sjálvum, kunnu vera við í sjálvbodnum arbeiði. Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera nakað.
Í dag verður nýggja MEGD-blaðið, við sama evni, borið út, og tey, ið verða við á tiltakinum í kvøld eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í Almannamálanum, Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, og Jónvør Christiansen, aðalskrivari í MEGD. Eisini fer Bárður á Lakjuni at spæla og syngja.
Við vón um, at mong verða við á stroymingini og fáa íblástur til at gerast sjálvboðin, ynskir MEGD øllum føroyingum ein góðan altjóða dag teirra, ið bera brek 2020.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo