

Strandferðslan boðar frá at roknast kann við avlýsingum bæði ímillum bygdir og oyggjar fyri veður í morgin. Veðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi av vestri, serliga seinnapartin.
Eisini kemur nógv avfall, kanska sum vátaslettingur, tí tað verður kaldari, niður í eini trý stig.
Tvær komur og tvær fráferðir eru um Vága floghavn í morgin, fyribils er ikki boðað frá seinkingum ella avlýsingum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo