Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú gremja nakrir menn og kvinnur seg aftur um ójavna millum kynini.

Føroyskar kvinnur fingu annars valrætt til ting- og kommunur í 1915-16.

Men bæði kynini hava ilt við at velja kvinnur á ting. 65-75% eru enn menn.

Politiskt ljóðar, sum kvinnum vantar ein borarligan komponent, og tær flestu kundu verið í einum kvinnuflokki væl til vinstru fyri miðuna.

Tað gongur stútt framá, men ofta gloyma tær at vera takksamar fyri framstigini.

Okkara (lang)ommur máttu út at tæna 15 ára gamlar, knossa við kúgv, sópa flór, bera torv, hoyggja, arbeiða saltfisk, matgera, bera øsku, skúra gólv, vaska upp og niður fyri bert nøkur oyru í tímaløn (um so frægt).

Fleiri doyðu syndarliga av tuberklum, nátasjúku og barnsburði í bestu árum.

Tær áttu børnini (2-falt fleiri enn nú), vóru møður og pápar hálvt árið. Reinar hetjur.

Stórt mannfall á sjónum
Okkara (lang)abbar fóru 15 ára gamlir við seglskipi, vaðbeini og snøri í øllum veðri, kruvdu og flaktu á knæ á dekki og saltaðu í lastini fyri niður í nakrar 100-krónuseðlar í løn fyri 7 mánaða knoss.

Teir sjólótust, upp í 40 í senn, 25 ára gamlir í miðal. Seinasta stóra sjólátið var 22 menn við Stellu Argus í 1957.

Stóra vinnuliga frambrotið høvdu vit 1956-66 við 70 nýggjum stálfiskiførum.

Longu í 1970-unum fingu menn og kvinnur somu løn fyri sama arbeiði.

Húsarhaldstól góvu kvinnum frælsi
Til ár 2000 hevði tó verið ógjørligti við vinnuligari javnstøðu millum kynini, tí okkara búskapur var so einstreingjaður við fiskivinnu sum álit.

Tað gjørdi, at 10-20% færri kvinnur enn menn fingu lønt arbeiði á landi í Føroyum.

Men flakavirki, fleiri tænastur og meiri handil øktu kvinnuligu arbeiðsplássini.

Uppsjóvarfiskur og alivinnan tvífaldaðu búskapin og vinnumøguleikar eftir 2012.

Hvussu fingu okkara kvinnur so fíggjarligt og sosialt frælsi? Jú....

Tað vóru húsarhaldstól, vaski- og uppvaksimaskina, el-komfýrur-, oljufýr, dustsúgvari, kulda- og frystiskáp, mikroovnur, privatbilurin, ið veruliga góvu kvinnum frælsi og fleiri møguleikar fyri inntøku til sín sjálvs og í húsið.

Menn uppfunnu og framleiddu hesar hentleikar til kvinnur og fyri sína egnu skuld.

Samstundis fingu kvinnur og menn javnbjóðis atgongd til hægri útbúgving.

Afrika bara javnstøðu í sosialismu og armóð
Kvinnur í Afrika og Miðeystri eru blóðfátækar og uttan javnstøðu.

Í Afrika leita kvinnur dagliga í tímavís eftir vatni, pinnabrenni og turrari mykju og bera tað heim til at matgera í barna- og roykfyltum, strátaktum smáttum.

Menninir sita í smáttuskugganum og drekka øl, tá teir ikki træla burtur heiman fyri nýggjar kinesiskar harrar í mánaðir.

Í Afrika hava 30 mió fólk HIV og Aids.

Afrikanskar konur velta eisini við hakkara. Eitt barn í skjúrtufaldinum, eitt á rygginum og eitt undir belti.

Tær muslimsku einki frælsi
Muslimskar kvinnur eiga ikki pengar, pass ella plastkort og fáa ikki útbúgving, tí tær skulu bara træla heima og sleppa ikki út uttan mannligan fylgjara.

Tá skulu tær ganga í svørtum ruskposa við tveimum holum í í erva.

Tær flestu verða umskornar sum smábørn, so tær hava lívlanga pínu uttan eitt gott kynslív, men nógv børn.

1.000-tals muslimskar kvinnur verða revsaðar hvørt ár við ‘ærudrápi.’

Samkynd verða stoytt av háhúsum niður á torgið, fylt við áskoðarum.

1000-tals gentur verða revsaðar, ja enntá ‘ærudripnar’ hvørt ár.

Hví átala okkara frígjørdu føroysku kvinnur – og vit menn fyri alt tað - ikki harðari lagnurnar hjá teirra ófrælsu 'systrum´ í heimsins heidnu londum?

Ríkilig ‘javnstøða’ um 10 ár
Men skjótt kunnu føroyingar frøast um, at kvinnur hava yvirhálað menn í kappingini um javnstøðu.

Longu nú er vesturlendsk bóklig útbúgving skipað so, at 60% av miðnáms- og hægri lesandi eru kvinnur, ið flýggja yvir í almenna geiran undan handligum arbeiði.

Um 10 ár verða tískil 60-65% av øllum akademikarum kvinnur.

Altso verða 2/3 av føroyskum løgfrøðingum, læknum- og tannlæknum, journalistum, grannskoðarum, arkitektum, verk-, hagtals-, stjórnmála-, stødd-, alis-, lív- og búskaparfrøðingum o.ø. akademikarum kvinnur.

Við tí fylgir ríkilig javnstøða í heil- og hálvalmennum ráðum og nevndum.

Hví so ikki í politikki?

Kanska verður umboðandi demokrati á tingi, landstýri og kommunum avsagt og avloyst av alment ásettum kvotum av kvinnum og monnum. Einki politiskt valfrælsi.

Kvinnur hava longu nú 90% av øllum størvum í heilsu-, sosial-, eldrarøkt og barnaansing, 65% av lærararstørvum og 60% av størvum í almenna geiranum.

Truplari hjá ungum monnum
Vit hoyra sjáldan, at javnstøða skal tvingast inn í starvsøki sum troldekk, alibátar, frystigoymslur, lossing, landing og rennigraving, koyring í trukkum, trailarum, gravkúm, ella í handverki og byggivinnu.

Tey hørðu arbeiðini verða røkt av útlendingum, sum okkara arbeiðstíð styttist.

Tær almennu borgirnar verða størri og dýrari, sethúsini dýrka og fækka í mun til fólkavøksturin, tí eftirspurningurin er størri enn útboðið av byggilendi.

Skatturin verður trýstur upp, eisini hjá fólki við láginntøkum í viðlíkahaldi, handverki, í framleiðslu á gólvinum, í reingerð, í handils- o.ø. tænastuvinnum.

Har krevjast ábøtur. Ikki minst skattliga. Tey fólkini eru smyrjioljan í motorinum.

Hóast risa vøkstur í okkara búskapi og arbeiðsmarknaði, eru enn 1.000 gamlir dreingir fleiri enn kvinnur millum 18 og 40 ár. Teir hava døpur útlit.

Men gevið tol, gævu kvinnur og menn, tí javnstøðu – og ríviliga tað - fáa vit heilt skjótt.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo