40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Leygardagin 5. mars kl 14 – 18 bjóðar Vága kommuna til Vágafagnað í høllini á Giljanesi.

Kommunan er í stórari menning og hendan dagin fara vit at fagna øllum tí góða og sýna fram nakað av tí, sum fyriferst.

Forvitnisligar framsýningar og fyrilestrar fara at mynda dagin, og børnini verða ikki við skerdan lut.

Dagurin er skipaður við smáum fyrilestrum og práti á hugnaliga pallinum. Heðin Poulsen verður orðstýrari. Eisini spæla Hans Ravnsfjall og Jens Tummas Næss hugnaligan tónleik millum innsløgini.

Í høllini verða framsýningar og básar, ið vísa nógv av tí, sum fyriferst í kommununi í løtuni. Her verður eisini høvi at tosa við fólk, sum vita nakað um verkætlaninar og tænasturnar.

Postkort liggja frammi í høllini, har møguligt er at skriva uppskot og broytingarynski, sum vit ynskja at brúka í arbeiðinum at menna kommununa enn meiri.

Ein spurnarkapping er gjørd, ið tekur støði í summum av tí, sum er at síggja henda dagin. Tá dagurin endar, verður lutakast millum røttu svarini og vinnarin fær ein iPad air 2.

Í gongini og í fimleikarhøllini verður øki til børn. Hoppiborg, vit tekna og mála og gera andlitsmáling.

Í hugnaligu kaféini í høllini, fæst ein góður drekkamuður og okkurt gott afturvið.

Kom og fagna tí, sum er, og set spurningar um tað, ið ikki er. So fáa vit øll eina enn betri Vága kommunu.

Kunna teg á vaga.fo og á facebook.com/vagakommuna

Á pallinum:
Kl 14 Vágafagnaðurin byrjar
Kl 14.15 Setan
Kl 14.30 Byggisamtykt fyri Vága kommunu – hvørji eru krøvini til bygging (Eliesar Kastalag, ráðgevi, og Tummas Lauritsen skifta orð um evnið)

Kl 15 Tónleikur – Hans Ravnsfjall og Jens Tummas Næss spæla lættan tónleik
Kl 15.30 Heimatænastan – Halldis Joensen, leiðari fyri Heimatænastuna, greiðir frá um visiónina fyri eldraøki í Vágum

Kl 16 Integratión í Vága kommunu – David Im, frá Útlendingastovuni, hugleiðir um evnið
Kl 16.30 Tónleikur – Hans Ravnsfjall og Jens Tummas Næss spæla lættan tónleik
Kl 17 Beinta og Arabo, Søgnin og veruleikin – Lydia Laksáfoss, Gutti Petersen, Rógvi Egilstoft og Eigil Rasmussen skifta orð um evnið

Kl 18 Vágafagnaðurin endar – Lovisa P. Glerfoss, tekniskur leiðari, tekur samanum dagin

Framsýningar og básar:
Byggisamtykt og bygdaplanur fyri Vága kommunu – Westtech og Ráð hava ráðgivið kommununi í hesum arbeiði og møguleiki er at fáa orð á fólk, sum kunnu greiða frá um evni og sum fegin taka í móti viðmerkingum og broytingaruppskotum.

Útstykkingar – tríggjar útstykkingar verða gjørdar í 2016 og hesar verða vístar fram á planchum. Tað eru útstykking í Vatnsoyrum, Miðvági og í Sandavági.

Kirkjugarður – kirkjugarðurin í Sandavági skal eftir ætlan víðkast. Ein verkætlan er gjørd og verður víst fram á planchum.

Miðstaðarøki – Vága kommuna ætlar at gera miðstaðarøki í Miðvági og eitt uppskot til hesa verkætlan verður víst fram á Vágafagnaðinum. Umboð fyri ’Hjálpirót’, sum hevur gjørt uppskotið, verða til staðar og greiða frá.

Ferðslutrygd – Vága kommuna fer undir at gera ferðslutrygdarætlan og partur av hesum arbeiði er, at gera eina ótryggleikakanning. Á einum stórum korti, verður møguligt at seta merki í á teimum støðum, har tú kennir teg ótryggan. Úrslitið av ótryggleikakanningini verður brúkt í arbeiðinum at gera ferðslutrygdarætlanina. Eisini verður møguligt at tosa við fólk á staðnum um ynskir viðv. ferðslutrygd.

RFF – Ráðið fyri ferðslutrygd luttekur á Vágafagnaðinum við upplýsing um ferðslu og trygd. Møguligt verður at royna ’rúsdrekkabrillur’ og at fáa vegleiðing um at spenna hjálmin rætt og Hvølvus og Gøllur verða eisini á staðnum.

Grøn orka – Jarðfeingi kemur at greiða frá um nýtslu av varandi orku. Ein el-bilur verður partur av framsýningini.

Børn og ung – Námsfrøðiliga ráðgevingin, barnaverndartænastan og ungdómshúsið ’Loftið’ hava ein bás og greiða frá um virksemi og tænastur.

Søguslóðir - Søguslóðir er ein verkætlan, sum sameinir gongutúrar í vøkru náttúruni í Vágum og søguna, sum knýtir seg at støðunum. Tilfar er savnað í faldarar og eina heimasíðu og vit fáa ein brellbita á Vágafagnaðinum. Fólkini handan verkætlanina og VisitVágar luttaka á Vágafagnaðinum.

Krígs- og fornminni – Søvn landsins vísa fram skrásetingararbeiðið, sum er gjørt viðv. fornminnum í Vágum. Bygdasavnið vísir fram grindabátin Ørnin úr Miðvági, Loftabátin úr Sandavági og trýbekkin Smyrilsungi av Slættanesi.

Eisini verður myndaframsýning, sum lýsir siglingarsøguna í Vágum, skip í Vágum frá 1895 – 2016 , til lands í Grønlandi og mangt annað. Henda framsýningin er skipað sum filmar, sum koma at koyra allan dagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo