40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Pensjónistafelag hevur aðalfund í Bygdahúsinum í Miðvági hósdagin, 23. mars kl. 18.

Byrjað verður við ábiti. Á skránni fyri aðalfundin er frágreiðing hjá formanninum, roknskapurin verður lagdur fram og góðkendur og nevndarval. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali, og tveir stilla upp aftur.

Fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógv áleið fara at koma á aðalfundin, verður heitt á limirnar í seinasta lagi týsdagin 21. mars at siga frá, at teir ætla at koma, hjá kassameistaranum Thurid Olsen, sum hevur telefon 221432.

Atkvøðurætt á aðalfundinum hava tey, sum hava goldið limagjald fyri 2022. Limgjaldið 150 kr. fyri hvønn kann flytast á konto í Betri Banka 9181 1221568. Nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum.

Aðalfundurin endar í góðari tíð, so at tey, sum ætla at fara til føstuguðstænastu í Miðvágs kirkju kl. 20, eisini skulu fáa høvi til tað.

Seinasta árið hevur Pensjónistafelagið verið meira virkið enn undanfarin ár, tá ið korona herjaði. Og felagið hevur umframt tað vanliga eisini ætlanir at royna okkurt nýtt í komandi ári.

Nevndin í Vága Pensjónistafelag er sum kunnugt eisini Eldraráð í Vágum. Eldraráðið ráðgevur Stýrinum fyri Heimatænastuna og er bindilið millum teir eldru borgararnar og kommunurnar.

Eldraráðið skipaði 28. februar í ár fyri kunningarfundi í Bygdahúsinum í Miðvági. Har kom mangt áhugavert fram, sum fer at verða tikið upp í komandi arbeiðnum hjá Eldraráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo