Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Komandi týsdag, 5. apríl 2022 kl. 19 hevur Vága Pensjónistafelag aðalfund og hugnaløtu í Bygdarhúsinum í Miðvági.

Á aðalfundinum, sum verður sambært lóg felagsins, er eitt nú val av nevndarlimum og eykalimum á skránni. Fleiri nevndarlimir leggja frá sær, og felagið heitir tí á limir um at bjóða seg fram og stilla upp til nevndarvalið.

Aftan á aðalfundin verður hildið fram við hugnaløtu og ábiti. Magnus á Stongum fer at syngja nakrar sangir, og Jógvan Ravnsfjall hugleiðir um ungdómsárini. Eisini verður felagssangur og søla av lutaseðlum.

Pensjónistafelagið vónar at koronan er av á hesum sinni, og ætlanin er at taka uppaftur tiltøk, sum hava verið útsett eitt nú hugnakvøld.

Vága Pensjónistafelag er eisini Eldraráð í Vágum, og Eldraráðið hevur havt einstakar fundir og ætlar sær at skipa arbeiðið betur við regluligum fundum við stýrið fyri Vesturvón og við báðar kommunurnar.

Sambært viðtøkunum fyri Eldraráðið frá august 2016, skal ráðið ráðgeva stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum viðvíkjandi eldrapolitiskum spurningum og vera bindilið millum eldru borgararnar og kommunurnar, sigur Erhard Jacobsen, formaður í Vága Pensjónistafelag og Eldraráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo