Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum.

Og tey mest óttafullu spyrja, hvat tað næsta verður, sum hesi, sum taka sær rætt til at ráða yvir lívi annara, fara at koma við.

Kann hugsast, at næsta stig teirra verður at taka sama rætt, rættin til lívið, frá tí eldra og tí sjúka?

Sjálvsøkni í húnar hátt
Hví finna menn og kvinnur, sum sjálvi hava fingið hægsta framíhjárætt menniskjans, rættin til lív, hví finna tey uppá at nokta øðrum henda sama rætt?

Hvat fær tey at halda seg verða yvirmenniskju?

Hví skipa tey ikki heldur ein verjugarð um barnið og foreldur tess?

Hví brúka tey ikki av sínum yvirskoti at bjóða hesum børnum vælkomnum og skipa teimum trygg barna- og ungdómsár?

Svarið kann best samanfatast í einum orði - sjálvsøkni!

Valdagurin
Men alt kjak og øll stúran, um hesa óhugnaligu degeneratión menniskjans, hevði verði óneyðug, um vit øll løgdu okkum í geyma og mintust, at: valdagurin er dagur barnsins.

Tað er á valdegnum, at tú og eg, sum velja, hava 100% møguleika at verja barnið.

Dagarnir aftaná valdagin kann lættliga vera ov seint at rætta barninum hond, um tú ikki, saman við øðrum rætthugsandi, leggur lunnar undir trygd tess sjálvan valdagin!

Tí er valdagurin, tá hesin uprennur, tann nógv týdningarmesti av øllum døgum.

Fyri barnið - og fyri teg!

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo