Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kringvarpið: Fólkatingsvalið í Føroyum verður mánadagin 31. oktober, og í morgin, hósdagin 13. oktober, byrjar valdekningurin í Kringvarpi Føroya.

Vit byrja við Andglettinum, sum verður sendur klokkan 10 til umleið 10.40 í útvarpinum og sum eisini verður stroymdur á heimasíðuni og er at síggja í sjónvarpinum. Tveir vertir tráspyrja tvey valevni hvørja ferð.

Fyrsti flokkur í Andglettinum er Framsókn. Mánadagin 17. oktober eigur Javnaðarflokkurin tørn, 19. oktober er tað Fólkaflokkurin, 21. oktober Tjóðveldi, 25. oktober Miðflokkurin og at enda 27. oktober Sambandsflokkurin.

Tað er skipað soleiðis, at aðru hvørja ferð er tað Andglettur og Veljarafundur.

Veljarafundirnir byrja í SMS nú fríggjadagin 14. oktober. Síðan verður farið út á miðnámsskúlarnar. 18. oktober eru vit á Miðnámi í Suðuroy, 20. oktober á Miðnámi á Kambsdali, 24. oktober á Miðnámi í Vestmanna, 26. oktober á Tekniska Skúla í Klaksvík og 28. oktober á Glasi í Havn.

Veljarafundirnir byrja klokkan 10 í útvarpinum, og teir verða eisini stroymdir, eins og Andgletturin.

Sunnukvøldið 30. oktober, ein dag undan valinum, verður stórur veljarafundur í Løkshøll. Hetta er ein størri sjónvarpsframleiða, har fleiri valevni sleppa framat. Tann fundurin varar í umleið tveir tímar og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

Tann stóri dagurin er mánadagurin 31. oktober, valdagurin. Tá fylgja vit við í sjónvarpsstovuni, har vit hava tveir vertir og viðmerkjara. Vit fara eisini at gera innsløg kring landið. Vit halda á, til valúrslitið fyriliggur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo