Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

VP visti um ivasama tilknýtið hjá landsstýrismanninum til ferðavinnuna longu áðrenn mánaðarskiftið, men valdi at halda góðan fjølmiðlasið og geva honum møguleika at svara fyri seg áðrenn søgan var almannakunngjørd. Men Høgni Hoydal valdi at lata sum onki.

Eisini løgmaður, Aksel V. Johannensen, valdi ikki at svara, tá VP spurdi hann leygardagin um hetta.

Fríggjadagin valdi so Eysturoyarportalurin at koyra søguna, uttan nakra viðmerking frá landsstýrismanninum, sum seinni valdi at úttala seg til útvaldar miðlar - Frihedsbrevet og KvF.

Tað er ein óskikkur at landsstýrisfólk og fólk sum skulu eitast at vera í fólksins tænastu á henda hátt renna undan og ikki vilja svara, tá miðlarnir spyrja. Og so seinni sjálvi velja út, hvørjum miðli tey svara.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo