Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður ættin fyrst landsynningur, seinni útsynningur. Fyrst strúkur í vindi, men sum frálíður upp í skrið og nógv avfall. Hitin upp í 7 stig.

Týsdagin og mikudagin skrið ella stormur av útsynningi, ælaveður og lýtt, upp í 9 stig.

Hósdagin skrið av vestri, ælaveður allan dagin og framvegis lýtt, upp í 9 stig.

Fríggjadagin makar hann sum frálíður vindin og tað kølnar, niður í 5 stig. Okkurt æli, serliga tíðliga og seint á degi.

Næsta vikuskifti verður sum frálíður uppí skrið ella storm, kavi ella vátaslettingur og kaldari, um frostmarkið og niður í minus 2 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo