Skúlablaðið: - Av tí at vit hava so lítla gransking í Føroyum, taka vit ov lítið støði í okkum sjálvum. Tí avrita vit ferð eftir ferð í blindum ov nógv av tí, sum verður gjørt uttanlands, eisini mistøk, sigur Frida Poulsen, sum er farin undir ph.d.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum.
Fólkaskúlin í Føroyum er undir støðugari ávirkan av skúlapolitiskum rembingum uttanlands. Rák og rembingar, serliga í Danmark, plaga at gera seg galdandi í Føroyum eitt sindur seinni. Ikki so sjáldan taka vit hugskot, tiltøk og annað til okkara, uttan gjølliga umhugsan, kjak ella viðgerð, og tí gera vit mangan somu mistøk, sum gjørd verða aðrastaðni.
- Sum lítið samfelag hava vit lyndi til at taka til okkum tað, sum altjóða samfelagið sigur og ger; umframt ger tað seg galdandi fyri okkum, at vit hava eina søgu saman við Danmark. Tí taka vit ov lítið støði í okkum sjálvum. Ferð eftir ferð avrita vit í blindum ov nógv av tí, sum verður gjørt uttanlands, eisini mistøk. Í løtuni eru vit í einum tíðarlumma, haldi eg. Eg havi varhugan av, at vit gera somu mistøk, sum tey gera í Danmark, í staðin fyri at læra av teimum. Orsøkin er heilt sikkurt, at vit hava so lítla gransking. Søgan sigur, at vit plaga at vera umleið 10 ár aftan fyri Danmark, tað vil siga, at tað, sum verður sett í gildi í Danmark, kemur til Føroya 10 ár seinni.
Ein avleiðing av, at vit ikki kanna í nóg stóran mun, hvussu vit í roynd og veru gera í Føroyum og tí taka støði í egnum viðurskiftum, er, at vit tá heldur ikki í nóg stóran mun bera eyga við gimsteinarnar, sum vit hóast alt hava, sigur Frida Poulsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo