Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit ynskja við hesum skrivið at gera vart við støðuna hjá Jónatan. Jónatan hevur enn onki frítíðartilboð fingið síðan hann bleiv koyrdur úr táverandi frítíðartilboði á Frúutrøð í januar. Hann var bert nakrar fáar vikur í Frúutrøð, men tað var týðiligt at hetta var ikki eitt egnað tilboð til børn sum hann. Hann gjørdist sera strongdur og byrjaði at gerast sjálvskaðandi meðan hann var har. Hendan atferð er bert versnað síðan hann gavst. Hann hevur tics har hann rópar og slær bæði seg og onnur í familjuni.

Sum støðan er nú, so hevur Jónatan tikið stóran skaða av hesu viðferð. Hansara menning er steðgað upp, hann megnar lítið og onki sjálvur, sum t.d at eta sjálvur, vera reinligur o.s.fr. Vit hava arbeitt hart í fleiri ár fyri at hann skal mennast og gerast so sjálvbjargin sum gjørligt. Hetta arbeiðið er alt til fánýtis nú, av tí at hann megnar onki av hesum meir. Vit eru noydd at vera um hann 24/7, av tí at hansara atferð er so ekstrem. Hann hevur ekstremar tvangstankar og handlingar, ið gera at hann skaðir seg sjálvan, onnur og heim okkara. Eitt dømi um hetta er at hann hevur sligið seg so hart í bringuna, at hann er blivini bláur og blóðsprongdur har. Hendan gongdin er sera ræðandi fyri okkum at síggja og vit hava roynt av øllum alvi at søkja hjálp har vit kunnu, men til fánýtis.

Jónatan hevur nógv óró, strongd, angist, tunglyndi og isolerar seg sjálvan, og hetta hevur leitt til at hann má medicinerast meir fyri at fáa beróliga hansara sansaskipan. Eisini hvørvur hann meira og meira inn í seg sjálvan, og er tí blivin nógv meira autistiskur. Tann glaði drongurin, ið dugdi at spæla Fifa og við hvalir er næstan horvin. Hetta er eitt stórt niðurlag og ein stór sorg fyri bæði hann og okkum.

Eg havi vent mær til almannaverkið, fakfeløg, politikkarar, har øll eru samd um at hetta er ein ræðulig støða, ið ikki skuldi verið komin fyri. Men hereftir er onki hent víðari og heldur ikki tykist nakar vilji at vera fyri at hjálpa honum. Vit eru útbrend av øllum avbjóðingunum við Jónatan, men mest av øllum hevur kampurin við skipanina brent okkum út. Vit hava verið á óteljandi fundum, samskift við kærustovuna, leiðarar, eindarleiðarar, málsviðgerðar og øll ið vit meta hava relevans fyri sakina hjá Jónatan. Men onki er enn hent.

Vit sita nú eftir við avleiðingunum av einari skipan, ið hevur svikið Jónatan so grovt og tær avleiðingarnir eru ræðandi og helst ómøguligar at koma burturúr aftur. Tí eru vit komin har til, at einasta loysnin er at hann fær búpláss á nýggja heiminum á Kvíggjartún, men her er heldur ongin vissa at hann fær nakað pláss.

Beinta Ellendersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo