Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Í Klaksvík hava føroyskir sjómenn saman við sínum kæru og øðrum føroyingum í skjótt tjúgu ár havt høvi til at hugna sær árliga í einum einastandandi tiltaki, har føroyska fiskivinnan er í hásæti.

Fólk hittast úr øllum landinum í føroyska fiskivinnu høvuðsstaðnum fyri at hámeta og æra føroyska fiskimannin og tey avrik hann fremur, so at vit í Føroyum kunnu hava eitt nútíðarligt og framkomið vælferðarsamfelag.

Ein framkomin og sterk fiskivinna tryggjar tað.

Nú landsstýrið er í ferð við at avtaka fiskivinnusamstarvið við Russland verður ein annar gerandisdagur í framtíðini.

Missa vit føroyingar Barentshavsflotan fer tað at hava eina ketureaksjón við sær í føroysku fiskivinnuni, har trolarar, línubátar og fiskavirkir, sum eru fíggjarliga knýtt afturat Barentshavsflotanum fara á húsagang.

Hetta kann longu henda í heyst.

Og tí seti eg spurningin um árligi fagnardagur sjómanna í Klaksvík í besta føri verður eitt minningarhald í komandi ári.

stúrin sjómaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo