BirkBloggur: Kilenski leikstjórin Pablo Larraín er ikki bangin fyri at verða ákærdur fyri majestætsfornærmelse, sum orðabókin kallar hátignarvanvirðing, og hin spanska orðabókin kallar Lesa majestad.
Netflix sýnir nú nýggjasta filmin, El Conde, sum er spanskt og merkir greivin, og sipar til illa lýdda einaræðisharran Augusto Pinochet (1915-2006).
Filmurin, sum er er tikin í Santiago í Kili, er svarthvítur, hildin í blóðdryppandi horrorstíli og er serliga hugtakandi, tá farið verður niður í kjallaragoymsulrnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo