Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

VAR fer framyvir at verða brúkt til A-landsdystir hjá monnum - Mynd: FIFA.com

VAR fer framyvir at verða brúkt til A-landsdystir hjá monnum - Mynd: FIFA.com

VAR fer framyvir at verða brúkt til A-landsdystir hjá monnum - Mynd: FIFA.com

HM-undankappingardysturin móti Ísrael, sum verður á Tórsvølli mikudagin 1. september, verður søguligur. Talan verður nevniliga um fyrsta dyst í Føroyum, har VAR (Video Assistant Referee) fer at verða brúkt.

Seinastu tvey-trý árini hevur VAR verið brúkt í stóru kappingunum kring evropa, umframt í bólkaspælinum í Champions League, Europa League, til HM-endaspælið í Russlandi í 2018 og í EM-endaspælinum, sum var á skránni í summar.

Men nú hevur UEFA avgjørt, at VAR eisini skal brúkast í HM- og EM-undankappingardystum hjá monnnum.

Millum fótbóltsfjepparar eru annars ymiskar meiningar um VAR – bæði fyri og ímóti. Men endamálið við VAR er heilt einfalt at hjálpa dómarunum at taka rættar avgerðir. Millum annað verður hetta gjørt við at geva dómaranum møguleikan at síggja støður umaftur, um hann møguliga hava mistikið seg.

VAR verður brúkt í støðum, tá talan er um rangstøðu, mál, brotsspørk, beinleiðis reyð kort og ella um dómarin hevur givið skeivum spælara gult ella reytt kort.

– Tað er altíð spennandi at fylgja við í menningini í samband við døming, og eg ivist ikki í, at tað bara er ein spurningur um tíð, til vit hava eina ella aðra útgávu av VAR í føroysku landskappingini. Nokk ikki á sama støði sum vit kenna tað nú, men upp á ein ella annað máta. Til dømis kann talan verða um “VAR light”, ið er frá sjónvarpsframleiðslum, har 2 til 4 upptøkutól verða nýtt, sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Aftaná seinastu kapping í UEFA Nations League vórðu allir dystirnir eftirkannaðir av VAR. Og tá var niðurstøðan, at um VAR hevði verið brúkt, høvdu Føroyar allarhelst fingið tvey brotsspørk, sum ikki blivu dømd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo