Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sentralar keldur í amerikanska flogvápninum koma við avdúkandi pástandum um loyniliga ufo-programmið hjá landinum, skrivar danska TV 2.

Í drúgvari frágreiðing um ufoar - unidentified aerial phenomena (UAP) – frá 2021, eru dokumenteraðir 140 tilburðir av UAP – observerað av amerikanskum herflogskiparum síðani 2004.

Nú avdúkar ein av teimum sum skrivaði frágreiðingina, at stjórnin í USA í fleiri ár hevur havt fleiri ufoár í síni varðveitslu.

Í samrøðu við miðlarnar NewsNation og The Debrief greiður nú fyrrverandi amerikanski fregnartænastuoffiserurin David Grusch frá, at hann hevur fingið nokk av amerikansku stjórnini sum ikki hevur fortalt Kongressini og amerikanska fólkinum allan sannleikan.

Tí tók hann avgerð í apríl um at siga seg úr starvinum eftir 14 ár í fregnartænastunum National Geospatial-Intelligence Agency og National Reconnaissance Office og gerast varskógvari.

Sí video niðanfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo