Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum.

Streymurin og veðrið verður ikki av tí besta, so tí væntast ikki nógvur útróður.

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so er ein sum fiskar svartkalva. Annar av Íslandsrygginum og tann sum fiskar svartkala, landa í vikuni.

Fimm pør eru til fiskarí, tey flestu landa í vikuni, tó at fiskaríð er smáligt.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo