Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Tunfiskamongdir, hjáveiða og veiðumøguleikar av tunfiski í føroyskum sjóøki

Spurningar:
1. Er nakar tunfiskur sum hjáveiða hjá pelagisku skipunum, sum veiða í føroyskum sjóøki?

2. Hvørjir eru møguleikarnir at fara undir royndarveiðu aftur eftir tunfiski við Føroyar?

3. Eru altjóða ásetingar um veiðu av tunfiski ein forðing fyri, at vit kunnu royna eftir hesum fiskaslagi í okkara sjóøki?

4. Hevur Havstovan gjørt nakrar kanningar og metingar um, hvussu tunfiskur ferðast í okkara øki, mongdir o.a.?

Viðmerkingar:
I 1980’unum og 1990’unum vórðu skip bygd serliga til at veiða tunfisk, men tá var tað ikki nøkur stórvegis succes, hóast vóninar til veiðu av hesum ferðandi fiskastovni, ið part av árinum fer framvið í okkara sjóøki, vóru stórar.

Royndarloyvi vórðu givin, og japanarar vóru í samstarvi við føroyingar í føroyskum sjóøki og veiddu upp á føroysk royndarloyvi. Men orsakað av ov lítlari mongd datt hetta niður fyri.

Áhugavert er at vita, hvørjar kanningar er gjørdar av tunfiski, og hvussu er við hesum fiskastovni í føroyskum øki, nú m.a. hitin í sjónum sær út til at hátta sær tann vegin, at heitari verður.

Somuleiðis er eisini áhugavert at vita, hvørt tunfiskur er partur av hjáveiðuni hjá pelagisku skipunum, sum veiða í føroyskum sjóøki.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 15. mars 2024
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo