Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hesi trý orðini eru vorðin mær lærdómur lívsins. Tey eru nevnd í Halgubók, sjálvt um tey sjáldan verða borin fram. Tann bíbilska sjálvsmyndin er trúgv ímóti tilveruni.

Myndin av teimum stóru í skriftini lýsir menniskjanslig fyribrigdi, ið vit kenna aftur. Eingin glæstrimynd og eingin streymlinjað vælvera.

Menniskjanslig líðing er torfør at umrøða, tí hon tykist ikki at sampakka við Guðs umsorgan. Vit umrøða evnið við virðing fyri teimum, ið hava tað svárt. Tað svára og nívandi eigur hvørki at tigast burtur ella gerast túnatos. Líðingin er ein veruleiki.

Havi grundað yvir lívsins forløg og lagnu teirra, ið komu á mína lívsleið. Nógv dapurt, sárt og svárt.

Megnaði sálarhirðin at vera hjástaddur? Prædikaði hann avbjóðingina burtur, so sárini gjørdust djúpari og pínan í sálini álvarsligari?

Tey komu á mína leið fylt av ótta og angist. Funnu tey nakran linna ella fingu tey nakra hjálp? Megnaði sálarhirðin at seta seg inn í støðuna, – lurta, tala og samskifta? Vera hjástaddur í tøgn og kunna vísa til annan fakligan kunnleika.

Støðan var øðrvísi, tá ið vit sjálv gjørdust avvarðandi til dulda heimin við ósjónligum loynikrókum fullum av líðing og pínu. Okkara dýrasta ogn við stórum avbjóðingum, ið líkjast veikleika, ótta og angist.

Tað er munur á at vera viðgerði og avvarðandi, hóast vit í báðum førum gera okkara besta. Neyð og hjálparloysi eru tvinni eyðkenni, og óttin setir búgv í hjørtum teirra avvarðandi. 

Hvat siga vit, sum hava prædikað ein streymlinjaðan kristindóm, har alt gongur upp í eina hægri eind, um vit bara sjálv vilja tað nóg mikið og søkja Jesus í bøn og forbøn?

Kenni ikki svarið, men nakað er eyðsýnt. Vit mega vera djúpari, vitugari og biðja um størri mál av trúgv, – trúgv, ið minnir um eitt sinnopskorn.

Varð mintur á mína fyrstu føstuprædiku. Árið er 1986. Prædikan dvaldi við Jesu líðing, ið sást aftur í fólksins sálarligu avbjóðingum. Roynt varð at lýsa munin og líkleikan ímillum sárliga sjúk og likamliga sjúk. Prædikan breyt tøgnina í kirkjuni um sálarsjúk. Tað var tabu og mátti ikki nevnast. Tíbetur er nógv broytt til tað betra.

Føstan í 2019 minti enn einaferð á, at Jesus í Getsemane urtagarði var í deyðaangist. So hart leikaði á, at sveitti hansara var rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina. Guðs einborni sonur í deyðaangist sum ein av okkum. Ikki einans sterkur og sigrandi, men løtur við sálarkvøl og trega.

Tað hoyrir við til evnið at siga, at vit í Føroyum hava brotið tøgnina. Øll tann almenna skipanin tykist vera ávegis. Vit eiga dugnalig fólk, sum taka tøk. Vit eiga fólk við fakligum førleika, ið kunnu slóðað okkum eina gongda rás. Onkursvegna mega vit ikki gloyma tøkkina til Guðs, fólkið og almennu skipanina.

Tó, framburður krevur pening! Orðið raðfesting er eitt alt ov bíligt orð. Vit skulu meira enn raðfesta, vit skulu fara til verka, skapa karmar, byggja býlir og útbúgva enn fleiri fakfólk. Tað sømir seg einum framkomnum vælferðarsamfelag, at vit avmarka líðing teirra sjúku og linna um hjálparleysu støðu teirra avvarðandi. Menniskjanslig atlit eiga at vera í fremstu røð.

Trúgvin á Jesus Krist er grundvøllur teirra kristnu. Trúgvin er træið, ið eigur at bera livandi greinar og ávøkstur. Vit, ið prædika, mega liva upp til tað, ið okkum er litið til. Prædikan eigur at vera trúgv mótvegis Guðs orði og trúgv mótvegis tilveru manna. Tað, ið vit ikki skilja, mega vit ansa serliga væl eftir og fara varisliga um.

Søren Kirkegaard (1813-1855) minnir á, at trúgvin er viðkvom. Vit kunnu missa trúnna ella køva trúnna hjá øðrum, um vit ikki lurta eftir Heilaga Andans vegleiðing og nýta vit og skil. Hann fekk sum barn ein strangan uppvøkstur. Pápin aldi sonin upp við harðligari boðan og myrkum tónum.

Sonurin fór undir lærdan lestur í gudfrøði. So hvørt hann mentist í lærdómi og vitsku, fekk trúgvin eina avbjóðing. Sjónligar rivur komu í múrin, ið pápin hevði bygt rundan um trúnna. Barnatrúgvin viknaði og hvarv, tí hon var gróðursett og uppald í einum avmarkaðum útvaldum bíbilskum veruleika og eini sjálvgjørdari mynd av tilveruni. 1)

Alt var syndarligt. Talan um synd og skuld kann leiða inn í sálarligan trega, ótta og angist. Syndin má møta Guðs kærleika, náði og fyrigeving. Vit mega skapa rúm í hjørtum várum og rúm í kirkjuni, har vit kunnu liva við iva, ótta og angist. Vit mega vísa til Jesus, ið var í deyðaangist okkara vegna, til tess at bera okkum ljósið.

Guð gevi okkum sálarró, frið og styrki, tá ið tilveran raplar saman í og rundan um okkum. Heiminum tørvar Guðs nærveru í menniskjansligum hita. Amen.

Orðið: “Og eg (Paulus) var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist. (Fyrra Korintbræv 2,3).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Heimild: 1) Peter Thielst, “Livet forstås baglæns, men må leves forlæns”, Gyldendal 2012, bls. 60-64.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo