Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skála ÍF: Venjaratoymi við Paula Poulsen, sum høvuðsvenjara, Boga Gregersen og Per Mikkelsen, sum hjálparvenjarar og Steffan Gaard, sum málmansvenjara, heldur áfram komandi kappingarár.

Við 70 stigum hevur Skála ÍF megnað at fáa lið í bestu deildini komandi kappingarár. Hetta var gjørt við 83 skorðaum málum og einans 20 ímóti.

Seinastu nógvu árini er bert eitt annað 1. deildarlið, ið hevur megna at fáa 70 stig. Tað var tá Skála ÍF í 2015 fekk sama stigatal. Tá var Pauli Poulsen eisini høvuðsvenjari.

"Saman við Paula hava vit sett langtíðarmál fyri besta mansliðið, har vit við fíggjarligum skynsemi ynskja at røkka so langt, sum gjørligt innan fyri ymiskar karmar. Herav kann nevnast at bulurin á liðnum eru leikarar, ið hava tilknýti til nærøkið og dentur verður lagdur á at menna egnar leikarar." sigur Jóannes Prestá, formaður hjá Skála Ítróttarfelag.

Sáttmálin við Paula Poulsen er longdur til og við 2026, meðan Bogi og Per taka eitt ár afturat í fyrstu atløgu.

Skála ÍF eru við hesum farin undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár við góðum treysti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo