Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heilsu- og umsorganartænastan fer nú at bjóða eitt venjingartilboð til fólkapensjónistar í fimleikahøllini í Kollafjarðar skúla.

Tilboðið er fyri menn og kvinnur eldri enn 67ár, sum vilja gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Í fyrstu atløgu verður talan um eina verkætlan frá 17. oktober til 1. desember fyri at vita, hvør undirtøkan er fyri hesum tiltaki. Og er áhugi fyri hesum, verður hildið áfram komandi ár.

Endamálið er at menna, halda við líka ella endurvinna mest møguliga rørslu og virkni og harvið stuðla undir kjarnuuppgávuna hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er at eggja borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Fyrst verður hita upp. Síðani eru ymisk spøl ella venjingar, har dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við.

Vant verður týsdag og hósdag frá 14.30-15.30 í fimleikahøllini í skúlanum í Kollafirði.

Prísur
Goldið verður við bankaflyting, og mánaðarligi kostnaðurin er:

170,- fyri 2 ferðir um vikuna
130,- fyri 1 ferð um vikuna

Vit vænta, at tit:
• møta væl upp
• eru í klæðum, sum tit fáa rørt tykkum í
• eru hugagóð og hava hug at røra tykkum
eina løtu saman við øðrum góðum fólki
• eru opin fyri at royna okkurt nýtt av og á. Venjingarnar kunnu vera ymiskar

Tilboðið kann geva tær:
• størri lívsgleði og longri lív
• lættari og betri gerandisdag
• betri kontinens og betri svøvn
• eitt heilsubetri og fastari likam
• meiri hug til og betri kynslív
• betri minni og skjótari heila

VIRKIN OG VAKIN — ALT LÍVIÐ
Liva lívið — og gloym aldurin
Í dag er tað elsta, tú hevur verið — og tað yngsta
tú nakrantíð verður aftur. So njót tað!
Tú kanst ikki forða fyri, at tú verður gamal, men
Tú kanst ávirka, hvussu tú verður gamal

Tilmelding
Fysioterapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu skipar fyri tilboðnum. Tygum melda til á slóðini HER. Viðmerk : Venjing í Kollafirði

Ella ring til:
Rannvá í Skálum, fysioterapeutur, tlf 79 31 41
Jákup Petur Eliassen, deildarleiðara fyri fysioterapitoymið, tlf 79 31 45

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo