Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-dreingirnir fara á venjingarlegu í Spania frá 19. til 27. september - Mynd: Hans Erik Danielsen

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-dreingirnir fara á venjingarlegu í Spania frá 19. til 27. september - Mynd: Hans Erik Danielsen

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-dreingirnir fara á venjingarlegu í Spania frá 19. til 27. september - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Sigfríður Skaale Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur sent boð eftir 20 spælarum til venjingarlegu í Pinatar í Spania, sum verður frá 19. til 27. september.

Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tríggjar venjingardystir. Og talan verður um rættuliga sterka mótstøðu, hóast mótstøðuleikararnir eru ein árgang yngri enn okkara.

Tann 21. september verður spælt móti Belgia, tann 23. september móti Onglandi, og mánadagin 26. september er mótstøðuliðið Holland. Allir dystirnar verða spældir á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.

Hópurin
Dánjal Danielsen, AB
Carl Mikkelsen, B36
Marius Árting Allansson, B36
Fayo Kruse, EB/Streymur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Rani Wenningsted Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Marius Kruse, HB Køge (Dannmark)
Jóhann Jøkladal Højbro, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Dávid Andreasen, KÍ
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Silas Ólavsson Gaard, KÍ
Johan Josephsen, KÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Áki Magnussen, Víkingur
Bartal Einarsson Petersen, TB
Andreas Midjord, TB

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia frá 14. til 23. november. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Ísrael og Finnland eisini við í bólkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo