Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nógv ferðafólk eru komin til Føroya seinnu árini - harav ikki so fá við tí fyri eyga at taka vakrar náttúrumyndir.

Herfyri var bretski myndamaðurin Nigel Danson í Føroyum í nakrar dagar, og setti hann sær millum annað fyri at fara út í Rituskorð norðarlaga í Suðuroy.

Tað er tó ikki bara sum at siga tað, tá ein jú fyrst skal ganga yvir um ta tiltiknu brúnna (sí mynd omanfyri).

Danson var ikki heilt álvuligur við støðuna og helt fyri:

- Brúgvin sær ikki so galin út, líka inntil tú sært, hvussu høgt tað er niður.

Og tá hann kom út á brúnna:

- Okay, eg eri eitt sindur bekýmraður nú. At tað er hált á brúnni, ger tað ikki minni dramatiskt. Man noyðist at halda í við báðum hondum. Her er rættiliga hált.

- Verið vælkomin til heimsins mest óhugnaligu brúgv, legði hann aftrat.

Føroyska myndakvinnan Rannvá Joensen var við Danson á túrinum.

Sí videobrot frá túrinum niðanfyri (6.30 frá brúnni).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo