Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum

Spurningar:
1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at raðfesta hetta málið í næstum?

2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at seta filtur upp, sum verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi, á internetinum?

3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at gera ein almennan politikk, sum stuðlar og vegleiðir foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum?

4. Nær kann væntast at hesar ætlanir blíva til veruleika?

Viðmerkingar:
Tann 3. mai 2023 tók eitt samt Løgting undir við at heita á landsstýrið um at verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.

Áheitanin var soleiðis orðað:

“Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri tekniskum loysnum, ið verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og at gera ein almennan politikk um, hvussu foreldur verja síni børn á bestan hátt og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.”

Uppskotið, ið varð samtykt, er soleiðis í tveimum pørtum:

i) At seta filtur upp, sum skánar børnini fyri porno og øðrum ágangi á internetinum.

ii) Gera ein almennan politikk, sum vegleiðir og stuðlar foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.

Fyrispurningurin verður settur fyri at hoyra, hvussu landsstýrið hevur móttikið hesa áheitanina, og hvussu hetta álvarsmál verður raðfest í nærmastu framtíð.

Á Løgtingi, 12. juni 2023
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo