40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskapur hevur givið út bókina Verjurøða ummælarans eftir Paulu Gaard.

Hetta er ph.d.-ritgerð, sum kannar føroysk bókmentaummæli í tíðarskeiðinum 1997-2007.

Verjurøða ummælarans viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. Heitið vísir til ta verjustøðu, sum ummælarin ofta er í, tí hann av rithøvundum verður hildin at misskilja ella mistulka skaldskap. Samstundis skal ummælarin standa til svars fyri dómar, hann fellir um skaldskap í sínari egnu samtíð, av rithøvundum, hann kann rokna við at møta aftur í ymiskum samanhangum í sínum privata gerandisdegi. Harumframt hava nógvar røddir verið frammi seinnu árini um, at ummælini eru í einari trongari støðu vegna broytta miðlastøðu og broyttar valdskipanir í samfelagnum. Heitið vísir eisini til sjálva ritgerðina sum eina verjurøðu fyri ummælarans virksemi. Farið verður nevniliga til verka út frá teirri grundleggjandi fatan, at ummælið er týdningarmikið tekstslag, og at ummælarin hevur stórt vald í bókmentastovninum, tí hann er við til at seta dagsskránna, tá tað kemur til at virðismeta bókmentir.

Paula Gaard var ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya árini 2016-2019, og ritgerðin varð vard á vári 2021. Paula Gaard er júst sett í starv sum adjunktur á Føroyamálsdeildini.

Janusfigururin á permuni er úr málningi hjá Bárði Dal Christiansen. Eyðun Müller Thomsen hevur gjørt permuna og Føroyaprent hevur sett upp og prentað bókina. Bókin er 483 síður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo