Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Nýggja verjusemjan, ið danska stjórnin og landsstýrini í Føroyum og Grønlandi eru komin ásamt um, fer at hava stóran týdning fyri Føroyar.

Avtalan staðfestir, at Føroyar fara at gera sítt til, at trygdin í Norðurhøvum verður varðveitt, og at Føroyar fara at raðfesta tiltøk, sum stuðla uppundir átøkum hjá NATO, soleiðis at Arktis og Norðurhøv framvegis verða lágspenningsøki.

Gleðiligt er eisini, at raðfestingarnar hjá verjuni í og kring Føroyar, kunnu sameinast við sivilu tilbúgvingina og løgregluna.

- Hetta er ein søguligur dagur. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyskir politikkarar verið við í viðgerðini um eina verjusemju. Verjumál er danskt málsøki, men nú hava vit gjørt okkara rødd galdandi, og tað er eitt nýbrot í ríkisfelagsskapinum. Enn eitt dømi um, at tað ber til at nútímansgera ríkisfelagsskapin, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

- Eins og onnur lond, so mugu vit gera okkara til at verja landamørkini, so at Føroyar kunnu verða tryggar. Tí er tað gleðiligt, at landsstýrið er við í verjusemjuni – hóast eg kundi ynskt mær, at átøkini í og kring Føroyar, vórðu meira ítøkilig”, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi væl fyrireikaður
Flokkarnir á Christiansborg hava leingi vitað, at nýggja verjusemjan fór at gerast umfatandi, og verjumálaráðharrin boðaði tíðliga frá, at Arktis og Norðurhøv fóru at verða raðfest høgt.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi tók tískil uppgávuna í álvara, og fór saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi at gera eitt drúgt fyrireikingararbeiði, áðrenn samráðingarnar byrjaðu. Tosað varð við serfrøðingar fyri at finna útav, hvør tørvurin er á íløgum í trygd og nøktandi eftirliti.

- Nú er semja um yvirskipaða málið, meðan nágreiniligu tiltøkini eru enn eftir at samráðast um. Vit hava verið við í tilgongdini frá byrjan, og fara at fylgja framhaldandi samráðingunum neyvt, fyri at tryggja, at føroysku áhugamálini verða hoyrd,” sigur Anna Falkenberg.

Leinkja til avtalutekstin: TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo