Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bæði tey donsku verjuskipini í Grønlandi liggja við maskinskaða, skrivar ritzau.

Tað eru ljósmotorarnir sum ikki rigga sum teir skulu, og hjá øðrum av skipunum gongur hesin mánaðin í øllum førum áðrenn teir fáa loyst aftur. Hitt kann brúkast, um tað er neyðugt, ímeðan tey bíða eftir eykalutum.

- Hetta er ein óndur sirkul. Okkara fremsta uppgáva er at handhevja danskan suverenitet, tað vil siga at vísa hvar kongaríkið byrjar og hvar tað endar. Tað er ein fundamental uppgáva, sigur Torben Ørting Jørgensen, sum er kontreadmiralur í donsku sjóverjuni.

Tað er ikki langt síðani at tað frættist, at kanónirnar umborð á verjuskipunum í veruleikanum ikki kunnu skjóta men bert eru har 'til pynt'.

Skipini eru av sonevnda Knud Rasmussen klassanum, tey eru trý í tali, og tey eru fyri tað mesta í grønlendskum og føroyskum sjógvi. 

Av tí at skipini í Grønlandi liggja er Hvidbjørnen, sum annars skuldi verið í føroyskum sjógvi, farin til Grønlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo