40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið samtykti einmælt í dag verklagslógina til heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki, ið skal byggjast í Reynstúni á Argjum.

Talan er um 18 íbúðir, ið verða gjørdar til endamálið.

Tað er stórur tørvur á at byggja stovnar og sambýlir til fólk við serligum tørvi og hetta er eitt stórt stig á rættari leið.

- Politiska skipanin eigur at arbeiða fyri, at allir gomlu og smáu stovnarnir, ið heldur ikki eru bygdir til endamálið, skulu skiftast út við nýggjum og endamálsbygdum tilboðum. Tað verða alt fleiri, ið hava tørv á tí og hetta er ein ábyrgd, ið politiska skipanin eigur at taka í álvara, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaðurin í almannamálum.

Nú verður fari undir byggjaríið skjótast gjørligt og gongur sum ætla, stendur heimið í Reynstúni liðugt bygt næsta ár.

Heimið fer at kosta um 54 milliónir krónur. Sambýlið er í fyrstu lagi ætlað búfólkunum á Eirargarði, og støða skal til, hvat Eirargarður skal brúkast til, tá heimið er liðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo