40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá farmaskipið Vestland skuldi leggja at í Florø í Noregi mikudagin steðgaði motorurin og skipið rak á land.

Vestland flytir fiskafóður, og skuldi leggja at við Cargill-fóðurverksmiðjuna í Gunhildvågen, tá óhappið hendi. Veðrið var vánaligt, men tað eydnaðist við hjálp frá sleipibátum at fáa skipið leyst aftur, og eftir øllum at døma er skaðin ikki so stórur sum teir fryktaðu fyri av fyrstan tíð, skrivar ilaks.no sum endurgevur Firdaposten.

Vestland er ikki ókendur her um okkara leiðir, her hann eisini flytir fóður til alibrúk. Og eisini her hevur hann verið úti fyri fleiri óhappum. Í februar 2017 fór Brimil til hjálpar, tá Vestland fekk maskintrupulleikar 120 fjórðingar norðanfyri Føroyar. Og aftur í novembur 2020 var galið, tá kom eldur í maskinrúmið. Tá var Vestland staddur á Íslandsrygginum vestan fyri Føroyar. Manningin sløkti sjálv eldin, og Brimil fylgdi Vestlandi á Fuglafjørð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo