Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

Vestmanna Kommuna: Vestmanna Kommuna fær av og á fyrispurningar um goymsluhølir við bátahylin Inni á Fjørð. Tí verður nú farið undir at kanna tørvin á slíkum hølum.

Um nóg stórur áhugi er fyri tí, verða ætlandi í fyrstu syftu bygdir 10 skúrar til endamálið, harav tann eini verður til alment vesi. Skúrarnir verða staðsettir á økinum uttan fyri uttastu bátabrúnna,. Hesir skúrar skulu ætlandi hava eina stødd upp á 5 ferðir 3,5 metrar.

Um ætlanin verður sett í verk, stendur kommunan fyri stoyping av veggum og gólvi, inniloking og at leggja vatn til og frárenning og kloakk frá skúrunum. Tey, sum ynskja sær goymsluskúr, keypa síðani hesar frá kommununi. Skúrarnir koma at standa á leigulendi.

Fyri at finna út av tørvinum, verður við hesum lýst leyst at søkja um goymsluskúr við bátahylin.
Freistin fyri at søkja er 15. juni 2020, kl. 1200.

Farið verður bert undir ætlanina, um áhugi í minsta lagi er fyri at gera 7 skúrar.

Meira á heimasíðuni hjá kommununi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo