Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Vit hava lítla og onga ávirkan á, hvussu vit koma í og fara úr hinum jarðiska lívinum. Hylkinum. Í tímabilinum harímillum fáa vit, við egnari megi, avrikað eitthvørt borgarum og samfelagi at frama. Táið Bjarni á Steig vitjaði á eystastu stovuni á B6 hendan dagin, har kona og børn vóru savnað, og hann segði sum var, ærligur ímóti fakinum, at heilsufrøðin ikki megnaði meiri á heilsubøtandi slóðini, nú bræðandi krabbin var valdshavarin í likaminum, mundi hin seingjarliggjandi vera tann sum skilti síni egnu deyðsboð betri enn nakar av hinum. Øll vit onnur liva sum longst í vónini, men hann kendi mannakroppin, anatomi´ina og hennara veikleikar, ikki minst eftir at hava hjálpt einum ótali av fólki í nærum hálva øld í so máta, tí var hann púra avkláraður frá hesi stund. Nú stóð alt í Guðs hondum. Og hann var avkláraður. Andor Ellefsen. Kommunulæknin hjá havnarfólki í áratíggju.

Orðaði tað við ein av lagsbrøðrum hansara, ein gamlan politiskan kollega, sunnudagin, at Vesturkirkjan kendist sum ein læknakongress undir jarðarferðini í dag. Har skreið skært í læknavísindi. Ei dáni í, helt hann fyri, Andor var ikki bara tikin úr leikum sum lækni, kommunulækni, men eisini sum formaður í Læknafelagnum og Kommunulæknafelagnum. Vit onnur, sum eru brúkarar av hesi tænastu, hava bara førleika til at meta um hana, og í mínum føri eru tað fýra fólk sum eg minnist sum trygdarnet í so máta. Virðingin fyri teimum er stór. Emma Winther, táið vit búðu í Syðrugøtu, og eftir at eg gjørdist glyvramaður hava teir tríggir, Einar Djurhuus, Poul Olsen og Kári Rasmussen, tikið sær av øllum ilskum. Kári er einsamallur uppi á døgum, men virðingin hevur verið sera stór um hesar menskur, og hjálp fekst, táið tørvur var á tí. Tvær ferðir fekk eg kortini hjálp frá Andori. Eitt kvøldið skræðnaði ein skurður í rygginum, Kári hevði skorið ein knykil úr honum, blóðið fossaði úr kroppinum, helst hevði eg verið alt ov óskettin, og hetta leygarkvøldið fóru vit beina leið oman á Frúutrøð, har doyving, nál og tráður fingu alt í rættlag aftur uppi á briksini í hesum søguliga húsi. Í vaccinatiónskortinum síggi eg eisini, at hann dúgliga hevur prikað andevni fyri ymsar sóttir í kroppin, á heysti í 2014, stutt fyri at vit bæði, hjúnini, løgdu leiðina yvir um hav, til Cuba, fyri at foykja strongdina burtur eina løtu. Fýra ár seinri er hann ikki ímillum okkum meiri. Nú hann slóknaði, var hann 81 ára gamalur.

Andor sá dagsins ljós á fyrsta sinni í býlinginum við Kirkjar í Miðvági hin 21. juli í 1937. Mamman var Gunnhild, av Rasmussen slektini í bygdini, og pápin var Hans Ellefsen. Sum flestir bygdadreingir tá í tíðini gekk hann í skúla og fekst við alt fyrifallandi arbeiði. Spældi bólt við MB og róði kapp við miðvágsbátunum. Kortini varnaðust miðvingar, at hann var egin, siktaði hægri, táið hann stutt eftir fermingina legðist á hjólhestin til Seyrvágs fyri at fáa fatur á nýútkomnu bókini “Móðir Sjeystjørna” hjá víðagitna rithøvundinum Williami Heinesen. At teir báðir seinri gjørdust grannar, skrivarabýlið hjá Williami liggur eitt lítið hanagleiv frá húsum hansara, omanfyri Plantasjuna í høvuðsstaðnum, kann so bara vera íkomið av lagnunnar speisemi. Tvær aðrar skrivandi legendur búðu eisini í grannalagnum. Heðin Brú og Chr. Matras. Heimsborgarar í Havn og rákin av mentan og stórhugsan hevur gingið ramur um tún og traðir.

Nú var Andor ikki maður av nógvum orðum. Inntonktur og hugsandi. Filosoferandi – og kortini praktiskur. Ivist í um hann tá, í yngri árum, hevur sagt nøkrum, foreldrunum kanska, hvørjar ætlanir hann hevði um brúk av egnum lívi, mátti og evnum. Undir øllum umstøðum kennist gongdin haðani rættiliga tilvitað. Fert tú úr Miðvági sum 17 ára gamal niður til Rønde í Jútlandi fyrst í fimmtiárunum, fyri at fáa til vega eitt præliminær prógv, og haðani á VBV í Tórshavn eftir einum studentsprógvi, tá ert tú ikki miðleysur. Tá ert tú flogin sum fuglurin Føniks úr bygdasamfelagnum út á akademisku stíggjarnar. Í Havn búði hann í KFUM. Mettuna fekk hann á matstovuni hjá Madam Ellingsgaard, og har hitti hann eina abbadóttir Grønlands Jóhan, sum hevði verið kolonibestýrari í Uummanaaq og í Aasiaat í mong ár. Hon var eisini av Müller slektini í Havn. Kamma. Tey gjørdu ferðalag saman, og her á foldum endaði tann ferðin við diamantbrúðleypinum á Kráarvegi fyri fáum døgum síðani, har vit, sum nú eru partar av húsinum, savnaðust fyri at fagna nestorunum í familjuni. Iliónskvæðið var høgt í metum á Kráarvegi, og har møta vit Nestori, konginum í Pylos. Gamli var veingjaskerdur hátíðardagin, brúkti nógva megi fyri at koma niður av loftinum, men ómetaliga treisknið hjálpti honum, hann strammaði seg upp, hóast deyðamerktur, fyri at geva børnum, abbabørnum, langabbabørnum og verfólki eina sera góða løtu saman.

Fyri tað hendi so mangt. Kamma var starvsfólk í Føroya Banka um tað mundið, táið Andor tekur endaligu avgerðina um at fara undir læknalestur á Universitetinum í Keypmannahavn. Hin vælgitni Svend Aage Nonnegaard-Pedersen, føroyingar róptu hann bara Nonnegaard, var stjóri í bankanum, hóast útlendingur ein stórur tjóðarlaðari í Føroyum, maðurin sum stuðlaði stórum føroyskum listarmonnum sum Ingálvi av Reyni, Janusi Kamban, Mikines o.ø., og tað var ikki hálvtalað orð, so hevði hann fingið henni eitt starv í Landmandsbankanum í Keypmannahavn, meðan maðurin gekk undir hin drúgva lesturin í heilsufrøði. Í lestrarárunum fingu tey tvær døtrar, Guðrið og Ann, og eftir at vera flutt heimaftur fingu tey synirnar Ólav og Hans.

Sum skipari, landsstýrismaður og borgarstjóri veit eg hvat hugtakið tagnarskylda merkir. Tú kanst vera opinskáraður um mangt og mikið, í almenna rúminum, men um viðkvæmu tagnarkyldumálini skal vera treytaleysur agi. Tú fert um gravarmúlan einsamur við tungum málum. Har skal onki út á torg, heldur ikki út um tínar varrar. Ikki so frægt at konan fær at vita, hvat ið er uppi í tíðini av álvaramálum. Punktum. Onkursvegna kendist tað sum, at Andor í aðrar mátar var ávirkaður av hesi disciplinini. Útum fakið eisini. Sum læknar og vit fleiri onnur mega liva við. Tagnarskylduagin styrkti um hin inntonkta mannin. Læknastarvið var hansara lív, og loynidómarnir, sum ongin annar skuldi kenna til, fingu vit onnur, heldur ikki tey nærmastu, nakað at vita um. Ikki frá honum, men kanska frá onkrum øðrum. So hissini. Hoyrdi nú ein dagin, at Andor var ein avgerandi figurur í bjargingarroyndini, táið íslendska flogfarið rendi inn í fjallið, nakað niðanfyri Knúk, í Mykinesi, í 1970. Ein vanlukka sum ongin okkara gloymir, sum tá vóru uppi á døgum. Hann hevur ikki grett um hetta við einum orði, men tað verður sagt, at hann gjørdi hetjugerningar uppi undir Knúki hendan dagin. Varð sigldur út í Mykines við verjuskipinum, og kendur í føroyskum fjallalendi gjørdist hann vegvísari og síðani ein avgerandi lækni á staðnum, har so mangt kundi spælt øðrvísi av, um vísindalig dygd ikki kom upp og niðan á oynna. Hetta hevur sum so mangt annað verið eitt kall hjá honum, tí hevur hann ikki tosað um hetta við nakran. Ongantíð. Tagnarskyldan kámar fyri mongum sum maðurin hevur tykist við, serliga tí hann tók hana so bókstaviliga. So treytaleysa sum ein lækni eigur at taka hana. Imponerandi.

Tað var ongantíð nakar ivi um ætlanina at koma heimaftur eftir loknan lestur. Hetta var tíðin, táið føroyingar so spakuliga fóru undir at tilevna eitt vælferðarsamfelag. Andor og Kamma settu sær fyri at koma heimaftur fyri at gerast partur av nýggju tjóðarlaðingini. At byggja Føroyar. Eftir eitt styttri skeið á Landssjúkrahúsinum hevur hann verið kommunulækni í høvuðsstaðnum upp ímóti hálvari øld.

Tað eru bara fýra ár síðani hann vaccineraði okkum, tá var hann 77 ára gamal, og væl fyri. Við battinum var hann kringur á borðtennisborðinum heilt fram til endans, og tað eru bara fáir dagar síðani hann var við ketsjaranum niðri í Badmintonhøllini. Havnar Badmintonfelag var hansara einkarbarn uttanfyri familjuregi. Hann hevði fingurin á pulsinum og fylgdi væl við hvussu tað gekst við rekruteringini, serliga í tí yngra endanum. Hann var kanska ongin Prakash Patokono, Liem Svea King ella Rudi Hartono, men fleiri ferðir hevur hann kortini staðið á sigursskamlinum. Kann vera at hagin og seyðurin á Nýpuni og fram við Leitisvatni fylti líka nógv. Andor Ellefsen var miðvingur til sín doyggjandi dag, hóast hann búði og virkaði í Havn í eitt mannaminni. Ofta hoyrdist tað á málinum, eyðkenda drynjandi miðvágsdialektin, og allar løturnar úti á Bakka og í haganum, hava drigið hann aftur til upprunajørðildið. Eftir at hava ferðast kring um tað mesta av heiminum, á læknakongressum í nógvum londum, og ímillum fólk av ymsum observansum, so gekk leiðin altíð aftur til Miðvágs. Bygdarmaðurin sum gjørdist heimsborgari elskaði sína heimbygd. Tað er góður stílur.

Ofta verður sagt, at heilin á fólki er einvegis tunaður. Annaðhvørt ert tú stødd, alis- og evnafrøðingur ella er humanioran tín styrki. Onkursvegna tykist tað sum um, at Andor fevndi um bæði. Tað fyrra lá til fakið, men vit sum komu at kenna hansara kærleika til føroyskt mál og skaldskap yvirhøvur, sita eftir við spurninginum, hví hann ikki fór undir at lesa mál ella guðfrøði í ungum árum. Hann las nógv, skilti alt sum hann las, og samrøðurnar um skaldskap vóru ómetaliga gevandi. Hann hevði lisið allar klassikararnar, ongin nevndur ongin gloymdur, og óteljandi eru tær samrøður vit t.d. hava havt á Kráarvegi og aðrar staðir um føroyskan skaldskap. Um teir eldru høvundarnar og teir yngru, sum nú fara at eldast: Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen og Carl Jóhan Jensen. Hann lá ikki á boðunum, las teir allar so skjótt teir vóru á marknaðinum. Hesum fingu vit nógvar góðar samrøður burturúr.

Komi kortini aftur til hin inntonkta mannin. Andor Ellefsen. Ávirkaður av tagnarskylduni kanska. Hann fleyg tilvitað undir radaranum í fleiri málum. Hann gjørdi ongantíð alment greiði fyri sínari støðu í trúarmálum, fylgdi kanska ráðunum hjá Matteusi í hansara sætta kapitli og ørindi, hóast hann hevði lisið Bíbliuna á tamb fleiri ferðir. Politiskt fingu vit heldur ongantíð at vita hvar ið hann stóð, hóast hann hevði stóran áhuga fyri samfelagsmálum á øllum mótum, men tað kendist kortini ongantíð sum ein trupulleiki, at ein loysingarmaður var vorðin versonur, og vit spjallaði ídnir saman, m.a. táið eg var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um hvat ið rættast var at gera, táið fiskidagarnir skuldu ásetast fyri fiskiárið 2008/09. Hann helt fast um vísindina í slíkum málum, og hesar avgerandi dagarnar í Fraklandi kjálkaði hann framundir at halda fast um tilráðingina hjá Fiskirannsóknarstovuni og vinmanni hansara Hjalta í Jákupsstovu. So varð gjørt. Sjálvur var og eri eg enn sannførdur um, at royndin var røtt. At politisk orrusta spurdist burturúr, ja, tað vitstu øll, men kjakið um fiskastovnarnar fekk eina aðra vend av tí uppskotinum, Ongin ivingur um tað.

Kenni fólk sum hava gingið á tátíðarinnar meginskúla Føroya, Háskúlanum, táið Rasmus og Símun og konur teirra ráddu fyri borgum. Hesi vórðu kveikt, - málsliga og tjóðskaparliga. Fyri fleiri teirra kendist tað sum ein tjóðskaparlig opinbering. Omma mín var ein teirra. Pápi mín ein annar. Tá ið tú eigur ein abbabeiggja, sum eitur Rasmus á Háskúlanum, so hevur tú ein arv at bera. Ímillum klókastu menn sum hetta landið hevur fostrað, eitt flogvit á so mongum mótum, so hevur tú okkurt óvanliga ríkt í viðførinum. Málsliga og mentanarliga. Hugsi at miðvingurin Andor skilti hetta, og hann treivst í mentanarligu sferuni hjá Rasmusi, Dagmari, Mikkjali, D.P. og øðrum miðvingum, ið hava dugnað tjóðini tann vegin.

Fjørðurin er rógvin. Nógv er broytt í grannalagnum á Kráarvegi. William Heinesen, Heðin Brú, Chr. Matras, Ólavur Michelsen og Ólavur Hátun eru farnir. Ívar Iversen, Hanus úr Norðragøtu og Eilif Samuelsen eru enn uppi á døgum.

Nú tú ert farin um sýnuna fari eg at takka tær fyri ta góðu móttøkuna eg fekk sum versonur, og fyri allar samrøðurnar og góðu ráðini um so mangt, ikki minst um hvussu trupulleikarnir á kommunulæknaøkinum kundu loysast kring um landið.

Takk fyri allar ferðirnar kring um í Europu og borðtennisdystirnar, har eg royndi sum frægast at stríðast fyri mínari tign. Tit vóru mangan drúgvir, feðgarnir, men onkuntíð vignaðist hjá mær kortini. Føroyar hava mist ein góðan son. Miðvágur hevur mist ein av sínum frægu synum, og vit, tey nærmastu, standa eftir við minninum um fjallið í familjuni, sum nú er farið heim til Harran.

Sum 3ára gamli langabbasonur tín, Hákun, tók til hendan lagnudagin: „Nú er langabbi hjá einglunum, har sum Jesus pápi hevur sína dagligu gongd.“

Takk fyri tað, tú gjørdi fyri land og fólk okkara. 

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo