Við Tórði á túri: Í góð 80 ár búleikaðust fólk á Víkum, sum er ein ógviliga fjarskotin og avbyrgd bygd í Vágum. Tá tey vóru flest, búðu 16 fólk har. Fyri umleið hundrað árum síðani fluttu tey seinastu burtur og bygdin varð avtoftað.
Framvegis eru hús og onnur minnir um búsetingina á Víkum, og í sendingini í dag eru vit "Við Tórði á túri" saman við monnum úr Bø og Sørvági á Víkum eftir 11 veðrum, ið hava gingið á fitilendi har í alt summar. Ferðalagið gistir eina nátt í væl hildna húsinum, sum hagin á Víkum eigur.
Í sendingini greiða Gutti Guttesen og Høgni Nielsen frá bygdini á Víkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo