Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Jarðarferðin var vøkur. Sjóvar kirkja var meira enn fullsett, tá ið Ámundur Berthelsen fór til gravar tann 24. januar 2019. Eftir drúgva ferð í øðrum heimi í tjaldbúð jarðar, flutti hann heim til Harran, ið hann lærdi at kenna sum ungur.

Hann var ein av lærarunum, ið gjørdu/ gera tænastu í kirkjuni. Teir vóru/ eru trúfastir og nærlagdir saman við øðrum, ið høvdu/ hava annað borgarligt yrki. Saman við teimum untist mær at starva í sekstan ár. Tað var gevandi og gott fyri trúnna.

Vit – barnaheimið – vóru grannar, og grannalagið var gott og virðiligt. Meg minnist sunnumorgnar, tá ið urguleikarin vandi heima við hús, og tónarnir hoyrdust í grannalagnum. Ídni og kærleiki til kirkjuna, kirkjunnar Harra og frelsara heimsins. Eisini í missiónshúsinum var Ámundur virkin at kalla alt sítt vaksna lív.

Jarðarferðin kendist rík í samveru, prædiku og sálmasangi. Tveir sálmar vóru sungnir við vøkrum løgum, ið Ámundur smíðaði. Serliga rørandi var tað at hoyra fýra ungar menn syngja ein sálm hjá Victori Danielsen, ið er ein tann vakrasti vit eiga á føroyskum. Hetta vóru vaksnir menn, ið gingu at lesa í mínari tíð. Ein náði at kenna teir og verða andaliga kveiktur av teirra gudstrúgv.

Á kórsgáttini sungu teir sálmin “mær leingist at síggja staðin”. Tað var ein andalig landkenning, og tað himmalska fór ígjøgnum likam og sál. Vit vóru styrkt í trúnni á tað æviga, vónina og gleðina, samstundis sum tað jarðiska gjørdist kall og uppgáva.

Sjónarringurin er víðkaður, brøðralagið vaksið, og virðingin hvør fyri øðrum berandi. Einki haft um beinini og eingin darvandi hugsan. Valdandi andsfrælsi. Tann, ið sonurin fríar, er av sonnum frælsur.

Havi lisið at kalla alt, ið Victor Danielsen hevur skrivað, og meira enn so var pennurin spískur í løtum.

Hetta var tíðin, og kirkjunnar fólk nýttu sama mál og tóna.

At lesa Victor, vitja heimið í Fuglafirði og møta konu hansara, ið sat einkja í elli sínum. Tað er ein hollur førningur, ið eg goymi sum gull í skríni. Markleys virðing og   trúgv borin av anda Guðs tvørtur um mørk og kirkjur.

Henda góðsliga einkjan bað Guðs signing fylgja mær ævidagar mínar í tímiligum og andaligum verki.

Vitjanin broytti mína fatan av Guðs børnum, ið savnast í aðrari kirkju enn fólkakirkjuni. Vit eru systkin hóast frávíkjandi andaliga siðvenju.

Mín egna barndóms kirkja, har trúgvin var vakt til lívs. Hesin innan byggilist hugtakandi halgidómur var karmur um jarðarferð, nú ein samverkamaður í Harrans víngarði varð borin til hvíldar. Ein tænari Harrans, ið gav sál míni andaliga føði í barna- og ungdómsárum. Ámundur var ein av lærarunum í skúla og sunnudagsskúla. Trúgvur í tænastuni. Ein førningur, ið gagnar mær hvønn dag, tá ið kallið kennist meira krevjandi enn evnini og førleikin. Tað andaliga og trúgvin á frelsaran Jesus.

Teir ungu menninir sungu avbera vakurt sálmin, ið eg mangan syngi, tá ið einki menniskja hoyrir. Av kórsgáttini fekk trúboðarin hjá Brøðrunum heiðurspláss, tá ið vakri sálmur hansara varð sungin. Hetta er tað heilaga samfelagið, at vit lata okkum halga til tess at síggja víddina, hæddina og dýpið.

Andaliga hevur kristnin gjørt stór framstig, hóast okkum hóvar væl at dvølja við afturstig og vandar. Vit eru í tryggum hondum, Kristi sigrandi hondum. Vit standa saman í Jesu navni og styrkja hvør annan. Um vit hava dirvi at sleppa takinum, og ístaðin lata Jesus bera okkum ávegis, mennast vit í andaligum verki og halgan, hóast okkurt niðurlag er um snávingarsteinar.

Ein Harrans tænari, ið gav mær náðir at síggja kallið til tænastu dýrabart. Tænastan er Guðs stóra náði, tí vit í okkum sjálvum eru ikki burðardygg í góðsku. Nú Ámundur varð borin um evstu sýn, varð Victor sungin okkum til gleði og friðar. Ikki Victor sum maður, men Victor í Harrans tænastu sum skald og prædikumaður. Ella Kristus í honum okkum til friðar.

Mær dámar væl orðingina: Victor Danielsen á kórsgáttini í Sjóvar kirkju. Ætlanin er ikki at stoyta nakran og vera argandi. Eri sannførdur um, at júst soleiðis er Guðs ríki. Í trúnni á Jesus eru vit systkin, hóast smávegis ella stórvegis frávik.

Við longdini kunnu sjálvt mótstríðandi sjónarmið gagna sakini, tí Jesus verður boðaður sum Kristus, ið er risin upp av deyða og grøv sum frelsari heimsins. Tað er sum veðrið, eftir at toran hevur gingið, luftin klárnar til ljósan dag.

“Mær leingist at síggja staðin, // sum ævigt grundaður er, // mær leingist at síggja dagin, // sum ei mót náttini ber. // Men, Harri, enn meir mær leingist // at síggja andlit títt, // av tráan mítt hjarta treingist, // at alt skal verða nýtt.”

Ærað veri minni um tey, ið gingu undan. Amen.

Orðið: Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!” (Hebrearabrævið 13,7).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo