Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Radiosignal í Viðareiðistunlinum

Spurningar:
1. Hvat er kostnaðurin fyri at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum?

2. Hvussu verður hetta arbeiðið raðfest av Landsverki?

3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fáa radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum, soleiðis at tunnilin verður nútíðarhóskandi?

Viðmerkingar:
Viðareiðistunnilin bleiv liðugur í september 2016 og er næst nýggjasti fjallatunnil eftir Hvalbiartunnilin. Hóast hetta hevur gott fimm ára gamli tunnilin onki radiosignal.

Allir aðrir tunlar verða bygdir við radiosendarum í dag.

Av hesi orsøk verður spurt um radiosendara til Viðareiðistunnilin.

Á Løgtingi, 15. mars 2022
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo