Myndir frá vakmyndatóli vísa tá tvey russisk missil raktu fyrst eina sølumiðstøð og síðani ein annan bygning í býnum Krementjuk í Ukraina.
Sambært seinastu tíðindunum frá ukrainsku myndugleikunum eru minst 18 fólk deyð í álopinum á sølumiðstøðina, meðan 59 eru særd og umleið 40 eru saknað. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í gjár, at tað vóru yvir 1000 fólk inni í sølumiðstøðini, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo