Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sí video av flogfarinum her

Eitt flogfar hjá Royal Air Force hevur sett seg á flogvøllinum í Sørvági.

Talan er um eitt flogfar av slagnum Boeing C-17A Globemaster III.

Vágafólk ringdi til VP at boða frá flogfarinum sum fleyg nakrar ferðir runt, áðrenn tað setti seg. Viðkomandi helt at kríggj var brostið á, tí eingin fráboðan var komin um flogfarið.

VP vendi sær so til uttanríkismálaráðharran Høgna Hoydal, sum sigur, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur fingið fráboðan um flogfarið, sum so frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum hevur fingið diplomatiskt loyvi.

- Ein fráboðan fer at koma um flogfarið hvørja løtu, sigur Høgni Hoydal.

Í fráboðanini stendur:

Fyrrapartin lendi eitt flogfar hjá Royal Air Force, bretska flogvápninum, í Vágum. RAF-flogfør hava verið í Føroyum nakrar ferðir seinnu árini.

Talan er um eitt Globemaster C-17A, ið ger innflúgvingarroyndir.

Flogfarið hevur diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo