Nú tað er klárt at fara undir framleiðslu av Múlaskinkuni hevur navnframi slagter Munch í Skagen í dag roynt skinkuna og sagt sína hugsan um hana.
- Fyrstu ferð eg smakkaði hana, fyri eini 6-7 árum síðani, helt eg, hon smakkaði forferdiligt (...) nú haldi eg, hon er fantastisk og kann ikki samanberast við aðrar, sigur slagter Munch.
Slagter Munch hevur verið eitt slag av "mentor" hjá verkætlanini, at turka skinku í gamla hjallinum á Múla.
Jens Munch verður sagdur at vera serfrøðingur á økinum og ger sjálvur nógvar skinkur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo