Sambært russiskum og altjóða miðlum, so er talan um russiska ríkmannin Jevgenij Prigosjin.
Jevgenij Prigosjin hevur sterk bond til forsetan í Russlandi, Vladimir Putin, og er kendur sum 'kokkurin hjá Putin', tí hann hevur sáttmála um at lata mat til Kreml.
Men virkið hjá Prigosjin er ikki bara catering.
Lond í vesturheiminum hava í fleiri ár nevnt hann sum leiðara í Wagner-bólkinum, sum hann hevur avvíst, og almenna Russland hevur ikki váttað at Wagner-bólkurin finst.
Men nú vísir video upptøkan nakað heilt annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo