Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Farnu dagarnar hevur Tórshavnar Kvøldskúli verið karmur um norðurlendskan stórfund. Fundurin hevur tvinni endamál. Annað er umrøðan av tí sokallaðu Nordplus verkætlanini, sum tey trý londini í ríkisfelgsskapinum, Grønland, Danmark og Føroyar, samstarva um. Hitt er víðkaða samstarvið millum norðurlondini, og tí eru umboð úr Íslandi og Noregi eisini við á fundinum.

Nordplus verkætlanin, Nordplus vaksin, hevur sum endamál at styrkja og menna tilvitskuna og kunnleikan um almannagagnlig endamál, eitt nú sosiala inklutión, mentan og burðadygga menning - lokalt og landanna millum.

Tað er í hesum sambandi, at londini viðgera møguleikarnar fyri tættari samstarvi, eitt nú tá um mentan, útbúgving, sosial viðurskifti og virkna luttøku í frítíð og felagsskapum viðvíkur.

Nordplus verkætlanin og samstarvið millum norðurlondini byggir í stóran mun á tankarnar um fólkaupplýsing í breiðastu merking.

Málið er at samansjóða felagsskapir lokalt og tvørtur um landamørk og fáa til vega vitan um týðandi virksemi og felagslív. Talan kann eitt nú vera felagsskapir innan ítrótt, mentan, útbúgving og skúlaskap og mangt, mangt annað.

Eitt av málunum við tí breiða norðurlendska samstarvinum er at skipa ein felags pall, har londini skjótari og lættari kunnu samskifta og deila vitan og royndir hvør hjá øðrum. Talan verður helst um eina heimasíðu ella okkurt slag av vanga á talgildu miðlunum.

Á fundinum hava londini millum annað viðgjørt tað, sum er felags og knýtir saman í einum annars umbroytiligum heimi, sum er undir trýsti á fleiri mótum.

Men eisini hava partarnir viðgjørt, hvønn týdning tað hevur, at londini eru ymisk og tí hava ymisk sjónarmið á ymsum økjum.

- Tað hevur eins stóran týdning at síggja virði í tí fjølbroytta og tað hevur at koma til eina felags niðurstøðu, ið øll eru samd um, verður sagt av fundinum.

Tórshavnar Kvøldskúli er føroyskt umboð í verkætlanini og hevur í hesum sambandi roynt at knýtt bond og fingið til vega upplýsingar um ymsar felagsskapir í Føroyum. Vitanin skal ætlandi leggja lunnar undir føroyska íkastið til verkætlanina og norðurlendska samstarvið frameftir.

Tey, ið taka lut á fundinum í Havn um dagarnar, eru Hans Jørgen Vodsgård, leiðari fyri Interfolk í Danmark, Peter Nygaard, formaður fyri Nukaka í Grønlandi, Helena Eydís Ingólfsdóttir, projekt- og granskingarleiðari fyri Husavik Academic Center í Íslandi, Trond Handberg, umboð fyri Vestvågøy kommunu í Noregi og Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla.

Skoða føroyska mentan og náttúru
Útlendsku gestirnir komu til Føroya mánadagin, og fundur hevur verið í Havn í gjár og fyrradagin.

Umframt sjálvan fundin verður eisini skipað fyri øðrum tiltøkum. Fyrradagin var ferðalagið á útferð í Kirkjubø, har Jóannes Patursson, bóndi, greiddi frá søguni, eitt nú um kirkjuna, múrin og um roykstovuna.

Farið varð so ein túr undir Vestmannabjørgini, og um kvøldið varð skipað fyri mentanartiltaki og døgurða á Gjáargarði.

Í gjár var vitjað á Føroya Fólkaháskúla, og farið varð eisini ein gongutúr í Havnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo