40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Eykabýráðsfundur verður í morgin, mikudagin 21. desember klokkan 16. Bert eitt mál er á skrá, tað er uppskot um sáttmála við Articon um heildararbeiðstøku av innkomuvegnum og tunlinum undir Húsareyni.

Býráðið samtykti 27. oktober einmælt at bjóða ráveg og tunnil út sum høvuðsarbeiðstøku. Í hesum sambandi skuldi eisini gerast sáttmáli við ráðgevan um detailprosjektering av vegaverkætlan frá rundkoyringini við Hvítanes til tunnilsmunnan.

Tann 1. desember 2022 varð lisitiatión um arbeiðið at gera tunnil og ráveg. Inn komu tilboð frá P/F J & K Petersen og P/F Articon áljóðandi ávikavist kr. 310.396.677 og kr. 293.055.268. Harumframt lat Articon tvey alternativ tilboð inn áljóðandi ávikavist kr. 289.150.373 og kr. 261.876.066. Umsitingin hevur gjøgnumgingið tilboðini.

Til eykabýráðsfundin skjóta tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin upp, at sáttmáli verður gjørdur við P/F Articon um heildararbeiðstøku við føstum prísi at gera vegastrekkið millum rundkoyringina á Hvítanesi og Marknagilsvegin við Dánjalstrøð, íroknað tunnil undir Húsareyni áljóðandi kr. 324.078.773,25 íroknað mvg. Tryggjast skal, at stuðulin frá landinum áljóðandi kr. 110.000.000 kann veitast verkætlanini.

Eykabýráðsfundurin verður mikudagin 21. desember kl 16. Fundurin verður stroymdur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo