Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerking til brotið í Degi og Viku tann 7. apríl, har Hans Ellefsen umrøður tilfeingisgjaldið.

Haldi at fleiri av hugsanunum hjá Hans Ellefsen (HE) sleppa at standa uttan mótspæl, tí hettar íkastið til kjakið frá mínari síðu. Eg hugsi, at tað er viðkomandi og sunt at lýsa útsagnirnar hjá HE frá einum øðrum sjónarhorni, tí tær hava manglar, og heimurin er ikki so einfaldur og svartur/hvítur, sum HE leggur upp til. Um vit skula taka rætta avgerðir, er umráðandi, at hesi málini verða lýst frá fleiri sjónarhornum.

Flest øll eru vit samd um, at neyðugt er við tilfeingisgjaldi. Avbjóðingin er at stilla hettar soleiðis, at tað er best hóskandi, so vit framhaldandi hava búskaparvøkstur og fáa sum mest inn av tilfeingisgjaldi. Íløgur hjá vinnulívinum geva búskaparvøkstur bæði meðan íløgan verður gjørd t.d. tá ein smoltstøð verður bygd og eftirfylgjandi, tá hendan kemur í rakstur, tí útflutningsvirðið veksur. Útflutningurin er hóast alt umleið 10 mia. av einum BTÚ uppá umleið 22 mia. og privatu íløgurnar eru hartil somuleiðis ein týðandi partur av BTÚ. Fyri at geva ein ábending av týdninginum av privatum íløgunum so kunna vit gera eina lítla samanbering. Hyggja vit at alment atkomuligum tølum fyri íløgur, so síggja vit til dømis í uppskotinum til játtanarkarmar dagfest 31. mars 2022 á síðu 5, at íløguútreiðslurnar sveiggja millum 566 mió. og 524 mió. í árunum 2022-2027. Taka vit ein av privatu aktørunum, so kunna vit hyggja eftir Bakkafrost, sum er skrásett á keypsskálanum og tí hevur nógv tilfar, ið er alment. Í kunningartilfari dagfest september 2021, á síðu 49, kann lesast, at Bakkafrost ætlar at gera íløgur fyri 6,2 mia. í tíðarskeiðnum 2022-2026, harav 55% ella áleið 3,4 mia. verða gjørdar í Føroym. Tað vil siga, at Bakkafrost, einsamalt, ger íløgur fyri umleið 680 mió. um árið. Við øðrum orðum, so eru íløgurnar hjá Bakkafrost (einsamalt) størri enn íløgurnar í játtanarkørmunum. Vøksturin í okkara BTÚ seinastu árini er í stóran mun komin frá júst hesum keldum, privatum íløgum, sum hava viðført øktan útflutning.

Havi meira enn einaferð staðfest, at allarhelst er tilfeingisgjaldið stillað ov lágt, og at ein roynd verður gjørd seinri í ár, at koma við meira ítøkiligum íkasti til hettar kjakið. Tá hugsað verður um játtanarkarmarnar komandi árini, so nyttar ikki bert at hava fokus á tilfeingisgjald; neyðugt er eisini at hugsa um útreiðsluvøkstur. Tað er serliga tað síðsta, sum eg legði meg eftir mánadagin 4/4-22, sum KVF síðani klipti úr (soleiðis at boðskapurin broyttist) og letur HE svara uppá í D&V tann 7/4, uttan at eg hevði møguleika at viðmerkja svarið hjá HE.

Ein situr við hugsanini, at neyðug stig ikki verða tikin fyri at tálma vøkstrinum í útreiðslunum tí politikkarar liva í vónini um, at tilfeingisgjaldið loysir allan trupulleikan. Tilfeingisgjaldið er ein ótømandi kaggi, sum vit altíð kunnu lyfta lokið av og taka meira burturúr. Henda hugsan verður styrkt av útsøgnini hjá HE. Sum nevnt, havi eg fleiri ferðir sagt at tilfeingisgjaldið allarhelst kann hækka, men dentur má leggjast á, at vit ikki sleppa undan at hyggja eftir útreiðslunum.

Í D&V tann 7/4 heldur HE uppá, at avgjøld á vinnuna ikki ávirka íløguhugin og harvið ikki ávirka búskaparvøksturin frameftir, so leingi ein skattar “yvirnormalan” vinningin. Hettar er ein sannleiki, ið ikki røkkur allan vegin á mál. Um tað var so einfalt, at avgjøld og skattur ikki ávirka íløguhugin, hví gera lond sum Skotland lokkandi avtalu um 130% afturbering av skatti til alifyritøkur, um hesar gera íløgur í Skotlandi? Leitar ein til onnur lond, har alivinnan eisini hevur stóran týdning, sum t.d. Norra, so eru eisini røddur frammi har um at avgjald ávirkar íløguhugin hjá alivinnuni –  hetta eru røddir hjá professarum í Norra. Meira um hettar seinni.

Tað er jú ein sannroynd, at tað eru fleiri lond, sum royna at fáa fyritøkur at gera íløgur hjá teimum fyri at fáa búskaparvøkstur, arbeiðspláss og harvið meira pening til vælferð. Amboðiðini, hesi brúka í kappingini um at fáa íløgur, eru avgjøld og skattir. Tað er sjálvandi soleiðis, at um vinnan  ongan annan møguleika hevur at virka enn júst har hon er, tá kann stórt avgjald leggjast á “óvanligan” vinning, men hevur hon møguleika at velja hvar hon ger sínar íløgur, tá má gjaldið stillast soleiðis, at íløgurnar verða gjørdar her hjá okkum og ikki í útlandinum. 

Spurningurin er tí, hvørjar valmøguleikar hevur vinnan, og eru hesir eins fyri alla vinnuna (fiskivinna og alivinna)? Næsti spurningur er, hvussu sær eitt ítøkiligt roknistykki fyri íløguna út, áðrenn og eftir skatt, fyri tær fyritøkur, sum hava valmøguleikan at gera íløgur í Føroyum, Skotlandi ella aðrastaðni? 

Føroysk fiskivinna á sjógvi hevur avmarkaðar møguleikar at reka fiskivinnu á sjógvi í øðrum londum sum t.d. í Norra og Íslandi. Orsøkin er lóggáva um eigaraviðurskifti. Í fleiri londum er eitt ynski um, at fiskirættindi ikki blíva seld av landinum. Har eru fleiri aðrar avmarkingar, men tær lata vit liggja. Føroysk fiskivinna á sjógvi er tí avmarkað í sínum møguleikum at flyta sínar íløgur, innan fiskivinnuna á sjógvi, aðrastaðni.  Eg velji ikki at gera meira við fiskivinnuna á sjógvi í hesum brævi, tí samrøðan í D&V 7/4 var einamest um alivinnuna. Har eru tó ivamál í sambandi við útsagnir um tilfeingisgjaldið í hesari vinnuni, ein kundi umrøtt nærri, men tað koma vit aftur til eina aðru ferð.

Búskaparliga sæð kann fiskivinnan ikki gera íløgur í annað enn aðrar vinnur, sum allarhelst geva minni avkast av kapitalinum enn teirra primera vinna (fiskivinna á sjógvi), orsakað av avmarkingum í lógini. Virkini hyggja eftir teimum ítøkiligu útrokningunum av íløguni, eftir skatt/avgjøld, og taka avgerð hareftir. Tey hava tó ikki valmøguleikan at fara í onnur lond og velja tí at flyta sítt virksemi í aðrar vinnur.

Hinvegin er alivinnan í teirri støðu, at hon kann velja at gera íløgur í Føroyum, Skotlandi, Íslandi o.s.fr. Velur alivinnan ikki at gera íløgur í Føroyum, men heldur at gera íløgur í øðrum londum, júmen so fáa hesi londini tann búskaparvøksturin og arbeiðsplássini, og hartil vælferðina, sum hesar íløgur kasta av sær.

Hugsa vit eitt dømi, har t.d. Bakkafrost skal gera íløgur fyri 500 mió., og valið stendur ímillum at gera hesar í Føroyum ella í Skotlandi, so vilja skattur og avgjøld – líkamikið um hesi eru av yvirnormalum vinningi ella ikki – ávirka ítøkiliga úrslitið roknað eftir skatt/avgjøld. Virkir byggja sínar avgerðir á ítøkiligar útrokningar eftir skatt.

Tað er soleiðis, at ein ítøkilig útrokning (t.d. gjørt eftir kapitalværdimetoduni) av eini íløgu tekur hædd fyri sjálvari íløguupphæddini og síðani nettoúrsliti fyri hvørt árið (inntøkur-útreiðslur) afturdiskonterað til tíðspunkt null. Er munur á skattinum/avgjaldi í Føroyum og Skotlandi, tá vil hettar ávirka ársúrslitið við at hægri skattur/avgjald gevur lægri árligt úrslit. Hettar kann soleiðis føra til, at ein íløga í Skotlandi kemur framum eina í Føroyum, tí avgjøld ávirka úrslitið eftir skatt. 

Vit muga hyggja eftir, hvat loysir seg best eftir skatt, ikki bert áðrenn skatt – t.v.s. at hyggjast má eftir veruligu útrokningini, sum fyritøkan ger, og ikki bert yvirskipaðum teoretiskum hugsanum, sum útsagnirnar hjá HE byggja á. Tørvin á einum skifti har ein ikki bert hevur fokus á eitt yvirskipað macro modell, men heldur tekur hædd fyri ítøkiligum útrokningum fyri ta einstaku íløguna (micro modell) verður millum annað viðgjørd av Federici og Parisi 2015 í frágreiðingini “Do corporate taxes reduce investments?” har hesir millum annað skriva “...recently, there has been a shift in attention away from macro modeling toward micro modeling. Such interest has also been driven by data availability, but also by increasing awareness of the inappropriateness of aggregate data if one wishes to understand the fundamental determinants of investment.” Ein staðfesting av at tað er óheppið at brúka yvirskipaði aggregerede modellir um ein ynskir at skilja og greina atburð ísv ítøkiligar íløgur hjá virkjum.

Aftur til dømi við íløgum í Skotlandi. Tað vil siga, at íløgan í Skotlandi hevur hægri vinning eftir skatt, um skatturin/avgjøld verða ov høg í Føroyum (kapitalvirðið verður hægri í Skotlandi har avgjøld og skattur eru lægri). Við øðrum orðum mugu vit brúka veruleikakendar útrokningar fyri at greina støðuna rætt.

Samanumtikið hava fiskivinna á sjógvi og alivinna ikki eins treytir, og ávirkar hettar møguleikan at krevja upp avgjøld frá vinnuni. Jú betri møguleikar ein fyritøka hevur at flyta sítt virksemi har avgjøldini eru lægri, jú minni kann krevjast inn, tí krónu fyri krónu, sum verður brúkt til íløgur, so vil eitt lægri avgjald (alt annað líka), gera tað meira áhugavert at gera íløgur har gjaldið (skatturin) er lægri.

Sum nevnt, hava vit eitt ítøkiligt dømi um lokkan við lægri avgjøldum úr Skotlandi. Í Skotlandi er eitt ynski um hægri búskaparvøkstur, fleiri arbeiðspláss og hægri vælferð, og amboðið skotar brúka í kappingini við onnur um at fáa íløgur er t.d. møguleikin fyri skattligum avskrivingum (eitt avgjald av mongum).

Her er brot úr einum átaki, sum skotar gera, fyri at fáa íløgur (dagfest 1. oktober 2021). Lýsir hvat og hví:

“The UK and Scottish government offer several tax and grant incentives to businesses to encourage growth and investment in particular areas, generally with a focus on job creation, research and development and capital investment.

This note summarises some of the main opportunities available to The Scottish Salmon Company.

Super-deduction
In order to stimulate investment, the UK Government has introduced an enhanced tax deduction on plant and machinery expenditure that is available from 1st April 2021 to 31 March 2023.

The incentive allows a 130% deduction of qualifying capital expenditure from taxable profits e.g. the purchase of a £100,000 machine will result in a £130,000 deduction from taxable profit in the year of purchase. At the current tax rate of 19% this would reduce the tax bill by £24,700.”

Hettar eru munandi átøk fyri at fáa fyritøkur at gera íløgur í Skotlandi. Til dømis kann ein fyritøka gera íløgur fyri kr. 100.000,- og draga frá kr. 130.000,- sama ár. Her á okkara okkara leiðum blívur slíkt skattliga avskrivað yvir fleiri ár. Í Skotlandi verður, í løtuni, tískil avskrivað runt roknað 6 ferðir so skjótt sum á okkara leiðum, alt eftir hvat slag av íløgu talan er um.

Hettar verður gjørt tilvitað fyri at lokka íløgur til fyri at fáa fleiri íløgur og harvið hægri búskaparvøkstur o.s.fr. Ein alifyritøka stendur soleiðis í støðuni, har hon kann gera íløgur í  Føroyum ella í Skotlandi – valið hvar íløgan verður gjørd, verður sjálvandi ávirkað av, hvussu nógv liggur eftir, og har spæla avgjøld og skattir sín lut, tí fyritøkur gera ítøkiligar útrokningar eftir skatt, tá valið stendur millum tvær íløgur.

Í Norra er eisini eitt kjak í hvønn mun avgjøld á alivinnuna ávirka íløguhugin í nýggjar verkætlanir, sum hava váða við sær, t.d. aling úti á opnum havi. Spurningurin er um hægri avgjøld gera slíkar verkætlanir minni áhugaverdar? Bæði sum einstakar verkætlanir, og tá ein kann velja ímillum fleiri.

Professarar (Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås) við lærda háskúlan í Stavanger royna at greina avleiðingarnar av einum grunnrentuskatti í norskari alivinnu, og serliga hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av skattamodellinum.

Teir eru ikki ímóti at skatta tilfeingisrentuna, men ávara, at tað kann hava avleiðingar hvussu hetta verður gjørt, og hvussu høgur tilfeingisskatturin er. Júst tað sum eg eisini havi ført fram. Áhugaði hava møguleika at lesa meir um hesi ivamál við at fylgja fylgjandi slóðum:

https://www.tu.no/artikler/lakseskatt-stopper-baerekraftig-havbruk/477409

https://ilaks.no/professor-om-grunnrentebeskatning-for-hoy-skatt-kan-presse-naeringen-over-pa-landbasert-oppdrett-eller-mot-andre-land/

https://ebooks.uis.no/index.php/USPS/catalog/book/46

Nevndu professarar siga millum annað fylgjandi:

“Denne (skrivari: avgjøld) gjør lønnsomme prosjekter ulønnsomme. Vi har utført prosjektberegninger som viser at denne skattemodellen vil stoppe utviklingen mot mer bærekraftige utbyggingsløsninger innen havbruk.

Nye og mer bærekraftige utbyggingsløsninger er under utvikling i oppdrettsbransjen, for eksempel offshore anlegg, lukkede anlegg i sjø og semi-lukkede anlegg.

Tilnærmingen er utelukkende teoretisk, og man sjekker ikke ulike skattesystem opp mot faktiske prosjekter og faktisk investeringsatferd. Da får man resultater av den typen man har i kraftsektoren, der det er velkjent at samfunnsøkonomiske oppgraderingsprosjekter innen vannkraft hindres av skattesystemet.

En skatt må utformes under realistiske antakelser om bedriftenes tilpasninger. Vi kartlegger selskapenes faktiske investeringsatferd og legger denne til grunn. På basis av dette lager vi realistiske investeringsmodeller for ulike typer prosjekter i kystsonen og offshore. Vi undersøker samfunns- og bedriftsøkonomisk lønnsomhet for investeringsprosjekter i konvensjonelle åpne merder, for lukkede merder i sjø og for offshore oppdrettsanlegg. For å undersøke om en grunnrenteskatt virker vridende ser vi om prosjektets lønnsomhet endrer seg etter skatt i forhold til før skatt. 

Konklusjonen fra analysen er entydig. Investeringer i ny oppdrettsteknologi vil påvirkes negativt av særskatten, og prosjektene vil ikke bli realisert.  Poenget er at disse er mer kapitalintensive og ligner på vannkraftprosjekter.“

Teir koma eisini inná sjónarmið sum eg føri fram:

“Ragnar Tveterås og Bård Misund ved Universitetet i Stavanger forsker på grunnrenteskatt i fiskeri- og havbruksnæringen.

– Blir skatten satt for høyt, kan det presse næringen over mot landbasert oppdrett, mot oppdrett utenfor fjordene og mot andre land uten slike avgifter. Dette blir en vanskelig avveining. Grunnrenteskatt på havbruk kan trigge utflagging av havbruk til kystlokaliteter og landanlegg i andre land, som Chile, USA og Kina, sier professor Tveterås ved Universitetet i Stavanger til Dagens Næringsliv, og understreker at faren for utflagging er reell.”

“En ny særskatt kan ha en fundamental og vidtrekkende påvirkning på oppdrettsnæringens videre vekst og fremtid i Norge. Det er nødvendig å analysere grunnlaget for, og konsekvenser og vridningseffekter av en ny særskatt i havbruksnæringen. Det er godt dokumentert i litteraturen at vridende skatter kan føre til redusert investering og vekst, både i økonomien generelt, og på selskapsnivå (Nerlove et al., 1993; Auerbach, 2002; Gordon og Hines, 2002; Hasset og Hubbard, 2002; Hines, 2007; Djankov et al., 2009; Federici og Parisi, 2015).”

Samanumtikið er hugsanin hjá hesum, at har er eitt samband millum íløguhugin og skattir/avgjøld. Hugsanir - um tað loysir seg ella ikki - byggja á íløgurokning, har ein í fyrsta umfari kannar um ein íløgu loysir seg í sær sjálvum, hareftir kannar mann um íløgur loysa seg í mun til hvørja aðra. Amboðini ið blíva brúkt eru er “absolut og relativ fordelagtigit”, eisini kallað Fundamentalprincip 1 og Fundamentalprincip 2. Modellini sum blíva brúkt til ítøkiligar útrokningar eru kapitalværdimetodan (tann mest “rætta”), henda verður síðan stuðla av annuitetsmetoden, interne rentefods metode og tilbagebetalingsmetoden.

Afturat hesum muga vit ikki gloyma, at tilfeingisgjald bert kann roknast av tí laksi, sum er í sjónum, tí stórar íløgur á landi, ið skapa virði ikki er eitt tilfeingi, sum fyritøkurnar hava fingið, men eitt virði, sum tær hava skapt og skapa í beinleiðis kapping við aðrar alifyritøkur á altjóða marknaðinum. Hesin parturin má tí takast úr útrokningini av “yvirnormalum” vinningi.

Tað eg ynski at vísa á, er at eitt mál kann lýsast frá fleiri síðum. Smálutirnir í hesum máli eru fleiri og kanska hartil fløktir, men skotar geva neyvan ein fyrimun til alifyritøkur, sum gera íløgur í Skotlandi uttan orsøk. Kjakið í Norra gevur somuleiðis ábendingar um, at tað er skilagott at hugsa seg sum. Haldi hettar undirbyggir mína hugsan.

Samanumtikið merkir hettar, at føroyingar muga duga at javnviga og seta tilfeingisgjaldið soleiðis, at vit fáa sum mest av íløgum, ið skapa búskaparvøkstur, arbeiðspláss og vælferð, samstundis sum vit fáa eitt hóskandi høgt tilfeingisgjald øllum, ið her búgva, at gagni. Ikki bert her og nú, men eisini um 10 ella 20 ár.

Við hesum vóni eg, at ljós er kastað á myndina, og at lesarin sær at litspælið er ríkari enn HE leggur upp til.

Sum áður nevnt aðrastaðni, so er ætlanin hjá Búskaparráðnum at gera meira við málið um tilfeingisgjald til heystar. Soleiðis er hettar íkastið mítt persónliga íkast til kjakið. Tó so, hóast tað eg føri fram er grundað á mína egnu áskoðan, so er mín áskoðan stuðlað av øðrum uttanlands, vísandi til áðurnevndu keldur í hesum skrivi. Har er rúgvismikið tilfar at taka afturí. Orsøkin til at skrivið kemur longu nú er, at tað ber illa til at útsagnir, sum ikki fult og heilt halda, sleppa at standa óroyndar.

Gleðiligar páskir øll somul.

Fróði Magussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo