Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er gleðiligt at man frá politiskari síðu byrjar at fáa eyguni upp fyri alsamt veksandi rúsevnismisnýtsluni millum serliga yngri føroyingar. Og tað er at fegnast um, at Jóhan Dahl ger nakað við hetta.

At misnýtsla skal hava beinleiðis samband við sosialt status hjá misnýtaranum loyvi eg mær at ivast í. Í hvussu so er ikki til tey mongu eg kenni til. Misnýtsla fer fram ímillum øll sosial løg og “byrjar í spølni” (citat Kim Hansen). Meini at heldur er tað so at har sum baklandið er sterkt, er baklandið betur ført fyri at hjálpa teim skeivt fyri komnu burturúr misnýtsluni og tackla teir eftirfylgjandi trupulleikarnar inntil komið er uppá rættkjøl aftur.

Hareftur ójavnin.

Eg havi fyrr ført fram alment at ov seint er táíð rúsevnið eru komin inn um landamørkini. Har skuldi setast inn á øllum frontum tað veri seg flogfør, Norrøna, fiskiskip og ikki at tala allar tær bingjur sum innfluttar verða við øllum handa slagi av bygnings materiali.

Frá politiskari síðu er so at siga einki gjørt og skilið er ídag hareftur. Tað er sum um at vit ikki trygva at skilið er so ringt, ella at tað er so ópopulert at seta hettar álvarsmál á skrá. Undir Coronu minkaði innflutningurin av rúsevnum eitt bil. Rúsevnisnýtslan og marknaðurin vísa nú sítt sanna andlit. Í Føroyum er trupuleikin vaksin so stórur at hesi lívsfarligu rúsevni verða gjørd og seld til nýtararnar um eingin innflutningur er. Kemikaliu sum eingin hevur skil fyri hvat eru og sum eru á hillunum í handlunum blíva blanda og seld til okkara yngra ættarlið. Sjálvt gummibamsur (LSD) blíva tilvirkað og spjadd út ímillum okkara borgarar.

Danskarar hava eitt orðatak sum eitur “et hint med en vognstang”. Haldi at okkara politiska skipan hevur fingið eitt slíkt “hint”.

Vit vita jú at gjaldoyra ímillum annað er í Euro. Tað eigur at fortelja okkum hvat vit skulu hava eyguni eftir. Vit vita at í dag blíva rúsevni gjørd í Føroyum. Vit vita sanneliga eisini at um vit ikki taka hetta í álvara beint nú, so blívur rokningin ófatuliga stór uppá longri sikt. Tað er ein grumm framtíð sum nógvir av okkara borgarum hava.

Eg eri næstan av tí fatan at vit eru afturút 10-0 í hesum kampinum. Vit hava snøgt sagt sovið í tímanum.

So mín áheitan skal verða henda: Setið tykkum mál og signalerið, at í føroyska samfelaginum góðtaka vit ikki sterk rúsevni. Handlið hareftir og gevið dóm hareftir. Setið hart inn.
Setið tykkum í samband við tey sum hava skil á hesum økinum. Tey eru eftir hondini mong sum arbeiða ótroyttuliga við hesum trupuleikum. Setið harðari inn í skúlunum við upplýsing.

Um tað so skal kosta at nakrir tunlar blíva seinkaðir, gerið so tað, tað fer nevniliga at loysa seg. Tit eru skilamenn sum sita við valdið nú, nýtið momentum og fá hettar álvarsmál á beint skjótast.

Við hávirðing
Frits Strøm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo