Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroyingar, sum arbeiða heima í Føroyum skulu hava somu skattligu treytir, sum teir føroyingar, ið arbeiða uttanlands.

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heitir á politisku skipanina um at javnseta kappingina um føroysku arbeiðsmegina við at avtaka serskattaskipanir á arbeiðsmarknaðinum, sum gera tað meira lokkandi at arbeiða uttanlands.

Avtakið serskipanirnar
Løgtingið viðgjørdi í gjár spurningurin um at taka burtur serskipanirnar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at Løgtingið tekur hetta evnið upp, tí felagið er av teirri sannføring, at tað má ongantíð vera skattaskipanin, sum rekur fólk av landinum.

Tí er neyðugt at taka av serskipanirnar, sum beinleiðis eggja fólki at fara uttanlands at arbeiða.

Stuðla útlendskum arbeiðsgevarum
Nógvar føroyskar fyritøkur hava brúk fyri at seta fleiri starvsfólk í starv.

Tað er tí burtur úr vóni og viti, at føroyski landskassin við ymiskum serskipanum, eitt nú uttanlands- og samdøgursfrádrátti, er við til stuðla útlendskum arbeiðsgevarum at lokka føroyingar at arbeiða uttanlands.

Lækkið inntøkuskattin
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er eingin orsøk til, at ein føroyingur, sum arbeiðir í Føroyum, skal rinda munandi meira í skatti enn ein føroyingur, sum ger neyvt sama arbeiði uttanlands.

Samstundis sum slíkar serskipanir verða tiknar av, eigur føroyski lønarskatturin eisini at lækka.

Soleiðis gerast vit meira kappingarfør við grannalondini um at fáa starvsfólk at velja at búsetast og arbeiða í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo