Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ættleiðingarfelagið harmast íkomnu støðuna viðv. altjóða ættleiðing.

At danir steðga altjóða ættleiðing skal viðføra, at føroyingar ikki kunnu ættleiða frá øðrum londum, er einki minni enn ein vanlukka, sum má fáast í rættlag – ongantíð ov skjótt.

Ættleiðingarfelagið er greitt yvir, at tað hava verið óheppin mál um ættleiðing – serliga í eldri ættleiðingarmálum.

Men at (fáu) neiligu søgurnar skulu hava fingið so stóra ávirkan, at politiska skipanin í Danmark í veruleikanum hevur gjørt tað nærum ómøguligt at fremja altjóða ættleiðing, er ikki rímiligt – tí tað eru so nógvar ferðir fleiri góðar og jaligar søgur at fortelja um ættleiðing.

Tilgongdin at gerast góðkend til at vera ættleiðingarforeldur er strong – og tað skal hon vera.

Tað merkir, at sannlíkt hava flestu ættleiðingarforeldur góðar fortreytir og eginleikar fyri at fáa eitt barn, ið hevur fingið eina ringa byrjan og tørvar nógva umsorgan, kærleika og stimbran at mennast.

Sjálvandi skulu viðurskiftini kring ættleiðing vera í lagi, men tað má vera eitt mark fyri, hvussu nógv danska skipanin kann krevja av einum gevaralandi – tað kann so aldrin vera í lagi, at børn, ið tørva foreldur, heldur skulu vera á barnaheimum.

Ella verða ættleidd til t.d. USA, har børnini er nógv verri vard, enn í norðurlondum, har góðar skipanir tryggja, at børnini koma til egnaði foreldur og verða loftaði, um trupulleikar eru.

Ein fær tíverri eina fatan av, at altjóða ættleiðing hevur fingið eitt ringt umdømi í Danmark orsakað av nøkrum fáum harmiligum søgum frá fortíðini.

Harmiligar søgur, sum ikki áttu at verið íkomnar.

Men heldur enn at royna at bøta um viðurskiftini stillisliga og lagaliga, so verður tikið so rívan til í donsku skipanini, at altjóða ættleiðing fær brá at vera illgrunasamt virksemi.

Hvussu heldur mann, at hetta ávirkar børnini?

Børn, sum longu hava avbjóðingar við sínum samleika, tí flestu líkjast ikki sínum javnaldrum – skulu tey nú eisini fara at ivast, um tey eru vorðin tikin av órøttum úr teirra upprunalandi?

Nakað, sum er heilt órímiligt at vekja illgruna um, tí sannlíkið fyri tí er so ómetaliga lítið.

Føroyskir myndugleikar mugu fara beint til verka at tryggja, at útlendsk børn, ið tørva góð foreldur, kunnu koma til Føroyar at vera í okkara tryggja og góða landi.

Vit kunnu ikki góðtaka, at hetta ikki verður møguligt í Føroyum, tí at danska skipanin hevur spælt fallit.

Ættleiðingarfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo