40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

§ 52 fyrispurningur settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum:

Spurningur:

- Hevur landsstýrismaðurin umhugsað møguleikan at skipa soleiðis fyri, at tær almennu Føroyar kunnu veita útlendingum, ið stórliga hava stimbrað føroyskum ands- og mentanarlívi, onkran uppibornan heiður?

Viðmerkingar:
Í ands- og mentanarlívi okkara er tað serliga skaldskapurin, sum hevur avbjóðingar av, at vit eru partar av einum lutfalsliga lítlum máløki og harvið einum ógviliga avmarkaðum marknaði hvat ið sølu av t.d. bókum, ritum og tónsettum yrkingum á móðurmálinum viðvíkur.

Føroysk mentan hevur á tíðarinnar slóð átt nógvar góðar vinir í fremmandum londum. Serliga í grannalondunum. Føroyskur skaldskapur hevði ikki verið komin so víða um lond uttan leiklutin hjá týðarum í t.d. Danmark, Noreg, Svítjóð og Íslandi.

Tað ber illa til at umrøða mál sum hetta uttan at nevna Ebbu Hentze, sálu, sum serliga týddi samtíðar rithøvundarnar til danskt mál. Soleiðis varð hon beinleiðis orsøkin til, at fólk við øðrum tungumáli fingu møguleikan fyri at gerast kunnug við og at lesa føroyskan skaldskap. Tíbetur fekk hon almenna viðurkenning í Føroyum fyri hetta og fyri skaldskap úr egnum hondum.

Nú ein dagin frættist, at skaldsøgan “Glansbílætasamlararnir”, hjá Jóanesi Nielsen, var givin út á fronskum máli í Canada undir heitinum "Les collectionneurs d'images". Hon er týdd til franskt úr donsku týðingini hjá Povl Skårup, sum í aðrar mátar hevur verið føroyskum mentanarlívi mikið dugandi.

Vit plaga siga: Ongin nevndur - ongin gloymdur. Loyvi mær kortini at nevna norðmannin Lars Moa. Hann er maður sum ger lítið hóvasták burturúr sær sjálvum, men hann hevur ósjálvsøkið brúkt dagar, vikur, mánaðir og ár til tess at flyta føroyskan skaldskap av føroyskari yvir á norska tungu. Mær vitandi hevur hann týtt hendan trivaliga bulin av skaldskapi okkara til sítt egna mál:

Jóanes Nielsen: Sting, Orkana, 2003, yrkingar.
Jóanes Nielsen: Bruer av svoltne ord, Samlaget, 2004, yrkingar.
Martin Næs: Símun Sámal, Snøfugl, 2005, barnabók 4-6 ár.
Jóanes Nielsen: Frå alle kantar ber vinden med seg ord og plantar og teikn, Samlaget, 2007, yrkingar.
Jóanes Nielsen: Det fins dei som tar månelys på alvor, Orkana, 2008, yrkingar.
Oddvør Johansen: Tider skal komme, Fonna, 2009, skaldsøga
Rakel Helmsdal: Dei kallar meg berre Hugo, Kapabel, 2009, barnabók 9-12 ár.
Jóanes Nielsen: Glansbildesamlarane, Heinesen, 2009, skaldsøga.
Carl Jóhan Jensen: U-. Historier om djevelskap, Samlaget, 2010, skaldsøga.
Jóanes Nielsen: Brahmadellane, Margbok, 2012, skaldsøga.
Jóanes Nielsen: Tapet mellom tidsaldrar, Bokbyen, 2013, yrkingar.
Martin Joensen: Fiskarmenn, Samlaget, 2013, skaldsøga.
Tóroddur Poulsen: Tjørebredd sommarfugl. Dikt i utval, MARGSmarginale, MARGbok, 2013, yrkingar.
Oddvør Johansen/ Janus á Húsagerði: Den kloke ea, Bokbyen, 2013, myndabók til børn 3-6 ár.
Marjun Syderbø Kjelnæs: Skriv i sanden, Samlaget, 2014, ungdómsskaldsøga.
Jóanes Nielsen: Er det eit land som heiter weekend?, Samlaget, 2015, sjónleikur.
Marjun Syderbø Kjelnæs: Rot Tripp, Bokbyen, 2015, yrkingar.
Sólrún Michelsen: På den andre sida er mars, Fonna, 2017, skaldsøga.
Jógvan Isaksen: Blid er sommarnatta, Bokbyen, 2018, fyrsta føroyska krimiskaldsøgan á norskum máli.
Jóanes Nielsen: Gudehovud, Bokbyen, 2018, yrkingar.
Oddfríður Marni Rasmussen: Ikkje før da, Orkana, 2021, skaldsøga.

Spyrjarans hugsan er, at Føroyar onkursvegna eiga at geva fólki í hesum andsstrevi eina viðurkenning og ein heiður frá teimum almennu Føroyum.

Á Føroya løgtingi, 22. apríl 2021
Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo