Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Skattalætti og lønarlyft hjá lágløntum

Spurningar:
1. Hvør var inntøkan hjá hesum bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. august 2023 og hvussu nógv høvdu tey eftir aftaná skatt og føst gjøld:

- Ófaklært krambafólk, lønt eftir sáttmála ml. Samverk (S&K) og
Føroya Arbeiðsgevarafelag í lønarbólki 2

- Arbeiðari, sum fær fasta mánaðarløn eftir sáttmála ml. Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

- Heilsuhjálpari løntur eftir sáttmála ml. Heilsuhjálparafelagið og KAF

- Heilsurøktari løntur eftir sáttmála ml. Heilsurøktarafelagið og FMR

2. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2024, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt?

3. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2025, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt?

Viðmerkingar:
Samgongan hevur sett sær fyri at betra um fíggjarliga rásarúmið hjá føroysku húskjunum. Hetta verður gjørt við lønarlyfti til løntakarar á umsorganarøkinum, søguliga høgum lønarhækkingum, methøgari javning av almennum veitingum og við einum skattalætta til lág- og miðalønt.

Tað, sum er áhugavert at vita hjá løntakarunum, er, hvussu nógv meira teir hava at liva fyri um mánaðin eftir 1. januar 2024 og eisini eftir 1. januar 2025, tá skattalættin hevur fingið fullan virknað í mun til 1. januar 2023.

Fyri at kunna samanbera tølini, verður biðið um tøl fyri fulltíðarsettan løntakara á hægsta lønarstigi í fýra feløgum, sum vanliga verða mett at hava lága inntøku. Tey eru búsitandi í Havn og hava eingi børn. Tey gjalda vanlig arbeiðsmarknaðargjøld, kringvarpsgjald og heilsutrygd.

Fyri at fáa nærri kunnleika um, hvussu hesi átøk raka løntakarar, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 15. desember 2023
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo