Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er kanska ein góður spurningur, hví tey sum brúka olju til at hita húsini skulu hava hjálp frá landinum til tað.

Í øllum førum var ein umsøkjari, sum fekk noktandi svar uppá oljuískoyti frá tí almenna, við teirri grundgeving at hann ikki brúkti olju at hita húsini við, so ónøgdur við avgerðina hjá Almannaverkinum, at viðkomandi kærdi til Føroya Kærustovn.

Í kæruni skrivar viðkomandi millum annað: "Eg skilji ikki tað at eg ikki kann fáa oljuískoyti. Eg gjaldi tað sama, sum tey sum hava oljufýr. Tað hevur ikki verði bíligari at hava hitavekslara og fáa hitan frá Brennistøðini. Ofta hevur tað verði, at Fjarhitafelagið hevur hita upp við olju. Eg vóni tit kunnu kanna munin ímillum at hava oljufýr og tað at fáa hita frá Fjarhitafelaginum.”

Men Kærustovnurin gevur Almannaverkinum rætt í, at heimild er ikki í lógini at veita fólki oljuískoyti, um tey ikki brúka olju at hita húsini við.

Alt málið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo