Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fari við hesum skrivi at gera vart við nakrar fáar, av mongum, andsagnum og villleiðingum í sambandi við kríggið í Ukraina. Av slíkum, er javnan lágthangandi frukt at heinta í facebook-urtagarðinum hjá fólkatingsmanni okkara.

Í filmsbroti á facebook-vanga sínum frá 15/08/’23, hugleiðir Sjúrður Skaale um lutvísa havnastongsilin, sum Føroyar hava sett í verk og rættvísger stig, sum vísa Russlandi og umheiminum “hvar vit standa”.

Ein kundi sagt hvørju megin søguna…

At hava diplomatisk og búskaparlig viðurskifti við eitt land, er ikki "at standa við landinum". Hesin "ert tú ikki í parti við okkum, ert tú okkara fíggindi"-hugburðurin, er djúpt imperialistiskur og ósiviliseraður; Guð náði tann, sum hevur aðra hugsan.

Nú er enntá vorðið radikalt at rópa okkum neutral. Úr sannleikamálaráðnum kom jú eisini reglan "War is peace".

Skaale kemur móti endanum á brotinum við argumentinum - at um vit geva okkum yvir til Russlands og lata teir stýra okkara politisku avgerðum, so kann tað henda, at myndin av tómu havnini ikki verður tann mest óhugnaliga krígsmyndin úr Føroyum...

Ironiin í hesum er, at Skaale tykist sjálvur tilvitaður um, hvussu herjandi og imperialistiskur vesturheimurin er.

Tí hví skuldi Russland skapt kríggj her, lótu vit teir frívilliga stýra politikki okkara?

Argumentið handan hypotetisku krígsstøðuna, sum Skaale byggir á, fær tískil illa verið annað enn, at vesturheimurin ikki hevði funnið seg í, at vit lótu vald okkara upp í hendur Russlands.

Altso høvdu DK/USA/NATO, sum vant, blandað seg hernaðarliga upp í eina frívilliga avgerð millum óviðkomandi partar.

Men álvaratos. At fjøldin her á landi skal vera komin hartil, at hon sær millumtjóðasamstarv um matvøruídnað og tænastuveiting í tí sambandi, sum ekvivalent við at ynskja Russland at stýra okkara politisku avgerðum, ber væl boð um, at villleiðingin, sum meginstreymsmiðlarnir eru samsekir í, er eydnað.

Sjálvsagt er tað ikki tryggari fyri okkum at vera fíggindalig yvir fyri Russlandi. Ein tjóð verður ongantíð tryggari av at brenna brýr til aðra.

Hóast tilverugrundarlagið hjá NATO illa kundi rættvísgerast eftir at Warsawasáttmáilin fór í upploysn fyrst í nítiárunum, er síðan tá víðkan, lyftisbrot og ágangur nakað av tí, sum hevur myndað sokallaðu verjusamgonguna, sum ongantíð áður.

Tað var ein mannsterk mótmælisfjøld, sum gekk skrúðgongu niðan á Oyggjarvegin at mótmæla hernaðarligum virksemi í landinum (virksemi, hvørs detaljur føroyingar ikki vóru kunnaðir um). Hesi fólk vistu, at NATO ikki virkaði fyri friði og vóru tey í stóran mun tjóðveldisfólk.

Men sum úrslit av áhaldandi miðlavinkling og politiskari vanstýring í vesturheiminum, er tað í dagsins Tjóðveldi vorðið synd ikki at taka undir við hesi samgongu, sum jú er okkara einasta trygd tá russin kemur!

At vesturlendskar drápsmaskinur millum oyggjar okkara (á flogi ella undir vatnskorpuni – fráboðaðar ella ófráboðaðar) nú eru vorðnar ein tryggleiki, er eisini ein ófrættakend illusión, sum sjálvt føroyskar ommur eru fangaðar í.

Um Russland vildi, hevði bara eitt minimalt strategiskt álop á elverkið á Sundi fullkomiliga lamt land okkara og hevði gerandisdagurin tá blivið til ein spurning um at yvirliva.

Skaale hevur stundum ført fram við hálvgum populistiskum tóna, at tey tiltøk, sum vit mugu seta í verk móti Russlandi, koma at kosta okkum, men tað verður neyðugt, at vit, sum “fræls og demokratisk” tjóð, taka hesi stig saman. Kanska (kanska ikki) visti hann alla tíð, at slík stig ongantíð vóru neyðug.

Men hann veit í hvussu so er, at hesi stig kunnu raka vælferð okkara og harvið landsins veikastu, meðan hansara egna keypsorka til nýggjan marglætisbil, neyvan vikast.

Hetta fyribrigdi verður á enskum rópt “gaslighting”.

Meginstreymsmiðlarnir í vesturheiminum seta ongantíð upplagda spurningin, sum smærri og óheftir kritikkarar ofta seta (harímillum Jón Tyril frá Hinvegin): Um vit av moralskum ávum skulu boykotta eitt land, sum førir álopskríggj, hví skuldu vit so ikki tað, nakra av teimum mongu ferðum USA førdi álopskríggj bara seinastu 25 árini?

Sjálvur havi eg ikki sæð eitt einasta skilagott svar upp á hendan spurning, og er tað kanska akkurát tí, at hann ikki verður settur.

Í kjakrúmum á sosialum miðlum verður spurningurin ofta feiaður burtur, sum “whataboutism”. Hetta er ein veik undanførsla, sum viðurkennir próvførsluloysi.

Fari at enda við líknandi dømi, har imperialistiskt sinnað (høgra sum vinstra), mangan føra fram, at vit mugu stuðla tí “frælsa og demokratiska” vesturheiminum, tá sipað verður til at stuðla Ukraina í krígnum.

Eitt slag av mantra, sum sjálvt journalistar brúka tá teir vilja seta onkran skák og mát, sum teir meta ov russiskt vinarligan.

Men júst hvat er tað, sum er so frælst og demokratiskt í einum hákorruptum landi, sum bannar allari politiskari mótstøðu hjá sitandi stjórn, kritiskum miðlum og enntá trúarsamkomum?

Ragnar Winther Eliansson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo