Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: - Vit hildu tað vera upp á tíðina, at onkur tók seg saman og gjørdi eitt bryggjarí, sum eisini var barr og matstað í einum. So tað gjørdu vit, siga fyrireikararnir, sum høvdu móttøku í dag.

Og pilsnarin, hann eitur “OYN OY”. Borgarstjórin vitjaði inn á gólvið og helt, at hetta var sera stuttligt.

- Endiliga fingu vit eina havnarøl aftur. Ikki fyri at forsmáa hvørki Restorff ella Okkara – og slett ikki Føroya Bjór, so er tað altso nakað heilt serligt at fáa eina ordiliga havnarøl aftur.

- Hetta við at hava okkara egnu øl hevur nakað við identitet at gera, okkara samleika. Ein høvuðsstaður við respekt fyri sær sjálvum má hava sína egnu øl. So hava vit tað aftrat at vera saman um. Og tað gleðir meg, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Borgarstjórin ynskti hjartaliga tillukku og bestu eydnu við bæði bryggjaríi og matstovu.

- Tit eru við til at broyta gamla ídnaðarøkið á Hálsi til eitt nýtt miðøki – eitt livandi øki við skrivstovum, ítrótti, handlum og hotellum – og nú bryggjaríi við matstovu. Og tað er ótrúliga spennandi.

- Eg skilji at tit fara at framleiða fleiri spennandi øl og eisini fara at útflyta øl. Tað ljóðar arbeiðsskapandi og hugaligt og ikki minst spennandi, og eg fari eisini at ynskja tykkum bestu eydnu við tí, segði hann m.a. í stuttari heilsu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo