Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Vindfelagið í Neshaga misti eina millión í nettosølu í fjør, og endaði árið við eini framleiðslu uppá 5,7 milliónir krónur.

Av tí sama minkaði ársúrslitið úr 1,8 mió kr niður í 644 tkr.

Framleiðslukostnaðirnir vuksu úr 850 tkr upp í 1,3 mió kr, og í frágreiðingini verður sagt, at framleiðslan minkaði úr 16,9 GWt í 2018 til 13,5 GWt í fjør, og orsøkin er partvís, at summar av myllunum av tekniskum ávum ikki vóru tøkar tí tær skuldu umvælast. Harumframt vóru vindviðurskiftini yvirhøvur ikki eins góð til framleiðslu sum árið fyri.

Vindfelagið í Neshaga er dóttirfelag hjá SEV og hevur fasta avtalu um at selja framleiðsluna fyri ávísan prís.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo